Í gjárkvøldi almannakunngjørdi Kringvarp Føroya í Degi og viku eina nýggja veljarakanning hjá Gallup Føroyar, sum styrkir um støðuna hjá sitandi samgongu.
Sambært kanningini ganga samgonguflokkarnir Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fram, meðan Sambandsflokkurin missir nakað av undirtøku sammett við seinasta løgtingsval.
Løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard vísti í Degi og viku á, at fleiri kjarnumál hjá Javnaðaðarflokkinum hava fingið harða viðferð í vár, og tí var tað eitt sindur undrunarsamt, at flokkurin gekk so nógv fram í veljarakanningini.
Hann frøddist tí bæði um framgongdina hjá flokkinum, og um undirtøkuna hjá samgonguni, tí sum hann málbar seg, so ganga flokkar ofta aftur, sum stjórna einum landi.
Tjóðveldið eisini framgongd
Størsti andstøðuflokkur, Tjóðveldisflokkurin, gongur eisini fram. Flokkurin fer úr 21,7 % til 23, 7 %. Hevði val verið nú var Tjóðveldisflokkurin næststørsti flokkur á tingi.
Verri stendur til hjá teimum báðum smáu andstøðuflokkunum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Sammett við løgtingsvalið 20 januar í fjør fer Miðflokkurin úr 5,2% niður í 5,0 %, meðan Sjálvsstýrisflokkurin fer úr 4,6 % niður í 3,7 %.