Samgongan er nú komin í sína djúpastu kreppu síðani hon varð stovna fyri fýra mánaðum síðani.
Kreppan er so djúp, at Javnaðarflokkurin hevur enntá hótt við at slíta samgonguna.
Tað ger flokkurin, tí hann góðtekur ikki tær ymsu sparingarnar, sum seinastu tíðina eru settar í verk á almannaøkinum.
Sparingarnar, sum hava verið nógv umrøddar seinastu vikuna, hava loypt øði í nógvastaðni, bæði í almenninginum, hjá avvarðandi at brekaðum og sjúkum, hjá fakfeløgum og hjá áhugabólkum, sum vara av ymsu bólkunum, ið eru raktir av sparingunum.
Tað byrjaði síðsta vikuskiftið, tá ið Sosialurin avdúkaði, at heimið fyri aspergarar í Pætursgøtu í Havn skuldi lata aftur.
Síðani hava Kringvarpið og aðrir miðlar eisini drigið aðrar sparingar fram í ljósið, eitt nú at familjudeildin á Barnaheiminum verður niðurløgd sum samdøgursstovnur og hereftir bara skal vera eitt dagtilboð.
Javnaðarflokkurin kroystur
Javnaðarflokkurin følir seg so kroystan av øllum hesum sparingunum, at hann nú hevur kallað samgonguna saman til fund, ið beinleiðis mugu kallast kreppufundur.
Har hevur Javnaðarflokkurin kravt, at meiri peningur verður útvegaður til almannaøkið, serliga til barna- og umgdómsøkið.
John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, hevur onga viðmerking til málið.
Tað einasta, hann vil viðganga, er, at samgongan er í eini tilgongd, har allir hesir spurningarnir eru til viðgerðar.
Blokera øll politisk mál
Men frá álítandi keldum í samgonguni hava vit fingið at vita, at Javnaðarflokkurin beinleiðis hevur sett tað fram sum eitt treytaleyst krav til samgonguna, at meiri peningur verður útvegaður til almannaøkið.
Flokkurin hevur eisini gjørt greitt, at øll onnur politisk mál verða blokerað, til meiri peningur er útvegaður til almannaøkið, serliga til barna- og ungdómsøki.
Tað skilst, tað sum serliga pínir flokkin, er, at familjudeildin á Barnaheiminum letur aftur sum samdøgursdeild.
Men keldur okkara vilja vera við, at kreftir í samgonguna eisini arbeiða við øðrum sparingum. Í hesum sambandi eru tað kreftir í samgonguni, sum vilja sleppa ætlanini at hækka studningin úr landskassanum til at byggja ellis- og røktarheim fyri at spara landskassanum útreiðslur.
Hetta fer serliga at raka ætlanina at byggja ellis –og røktarheimið í Vági og verður stuðulin ikki hækkaður, er mest sannlíkt, at ætlanin at byggja heimið, dettur niðurfyri, ella í besta føri verður útsett í nøkur ár.
Heldur ikki hetta vil Javnaðarflokkurin góðtaka. Kortini er flokkurin sinnaður at finna sparingar, har tað ikki rakar grundleggjandi vælferðartænastur, sum politisku keldur okkara endurgeva Javnaðarflokkurin fyri at hava tikið til á teimum politisku fundunu, ið hava verið.
Eykajáttan ella eyka inntøkur
Javnaðarflokkurin krevur, at meiri peningur verður settur av til almannaøkið, um tað so skal vera neyðugt við eykajáttanum.
Letur tað seg ikki gera, krevur flokkurin hinvegin, at hugt verður eftir, hvussu fleiri inntøkur kunnu útvegast landskassanum.
Í hesum sambandi er spurningurin um tollfrítt tubbakk og tollfrítt rúsdrekka aftur farin at spøkja.
Tað metir flokkurin sum onki annað enn ein fjaldur stuðul til vinnulívið, sum tað ongin meining er í at varðveita við einum halli á fíggjarlógini upp á eina hálva milliard.
Les eisini greinina: Samgongan endurskoðar sparingar