Úrslitið av veljarakanningini sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at Javnaðarflokkurin fer heili 3,4 prosent aftur, í mun til løgtingsvalið í 2004. Hevði valg verið í dag, hevði flokkurin sostatt bert fingið 6 tingsessir, í mun til verandi 7, og í prosentum hevði hann farið úr 21,8 niður í 18,4 prosent.
Tað er ein harmur floksformaður, vit fáa orðið á yvir fartelefonina í morgun, bert ein hálvan tíma áðrenn hann skal seta eina stóra ráðstevnu í Hetlandi, har hann er staddur. - Úrslitið av veljarakanningini harmar meg. Bæði sum floksformann og sum samgonguleiðara. Tí Fólkaflokkurin gongur eisini aftur, og Sambandsflokkurin stendur í stað, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Ivaleyst er tað so, at okkara praktiski politikkur missir til tær poppuleru útmeldingarnar, sum eitt nú Miðflokkurin kemur við í heilum. Tað fer eyðsýnt ein ávís polarisering fram um virðisgrundarlagið í samfelagnum íløtuni, og vit sum samgonga hava ikki meldað nóg sterkt út á tí økinum. Tað letur til, at Miðflokkurin hevur tikið monopol uppá virðini, og tað fáa teir eisini kreditt fyri, sigur Jóannes Eidesgaard, sum samstundis ikki meinar, at hann og samstarvsfelagar hansara fáa kreditt fyri tað, sum teir áttu.
- Men tað kunnu vit bara lasta okkum sjálvi fyri. Tí, sum eg havi sagt fyrr, so er politikkur ein vøra, sum skal seljast, og tí mugu politisku úrslitini eisini marknaðarførast. Og har hava vit millum annað eitt stórt problem í Javnaðarflokkinum, at vit duga ikki nóg væl at marknaðarføra okkum, tí eftir øllum at døma gáar veljarin ikki eftir tí, sum vit fáast við.
Skulu purrast út
Fólk fýlast á, at flokkurin er ov ósjónligur, og at ov lítið veiggj er í tingbólkinum. Hvat sigur tú til tað?
- Eg eri samdur um, at vit hava ikki verið nóg sjónlig, og tí skal hetta vera mín áheitan til allar mínar partamenn og partakvinnur, at taka hesa veljarakanningina í størsta álvara. Lat hana vera eina útpurring til øll góð javnaðarfólk, og ikki bara til okkum, sum fáast við politikkin dagliga. Verða vit sjónligari og betri at marknaðarføra okkum, so ivist eg ikki í, at flokkurin fær eitt betri úrslit til valgið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men hvat ætlar tú ítøkiliga at gera, fyri at venda hesari gongdini?
Vit skulu í øllum førum ikki kopiera Jenis av Rana, men finna okkum sjálvi aftur.
Hetta er ein tilgongd, sum vit longu eru farin undir at skipa, nú vit fyrireika valstríðið. Har verður bæði neyðugt at motivera fleiri fólk, umframt kanska eisini at umskipa okkurt innanhýsis í flokkinum.
Fáa ikki kreditt
Heldur tú sjálvur, at tú hevur nóg gott samband við baklandið og veljarar floksins?
- Nei, eg kundi sjálvandi hugsað mær, at havt betri samband við baklandið, men tað er aftur hetta við tíðini, at tað er torført at røkka til, bæði at vera løgmaður og at hava kontroll á tí organisatoriska innanhýsis í flokkinum.
Sjálvur haldi eg, at vit eiga at fáa kreditt fyri, at tað hevur eydnast okkum at fáa tann vanliga politikkin inn aftur á politiska pallin. Eitt nú hava vit fingið arbeiðsfrið aftur í samstarvinum millum Føroyar og Danmark - ein normalisering er farin fram í sjálvstýristilgongdini kundi ein sagt. Vit hava eisini rokkið nógvum ítøkiligum politiskum málum, so sum lestrarstuðul til forsyrgjarar, hækkaðar pensjónirnar og fólkaskúlin hevur fingið eina munandi raðfesting. Men ok, tað selur ikki seg sjálvt.
Visjón 2015
Visjón 2015 hevur verið lagt undir at vera eitt høgtflúgvandi projekt, sum varð sent fólki í einum faldara ein av døgunum. Hvussu heldur tú, at vanligi javnaðarveljarin kennir seg aftur í nógvu orkuni, tú hevur lagt fyri dagin, í sambandi við Visjón 2015?
- Tað kann væl vera, at vit ikki hoyra so nógv til Visjón 2015 beint nú. Men tú kanst vera vís í, at vit fara at hoyra nógv meira til hana í valstríðnum. Og so verður hon eisini afturvendandi evnið í komandi samgongusamráðingum. Men enn einaferð – vit hava kanska ikki verið nóg dugnalig at marknaðarført Visjón 2015. Og tað mugu vit so bara taka til eftirtektar.
Løgmaður er burturstæddur
Tað verður sagt, at tú ferðast ov nógv. Hvussu heldur tú, at veljarin kennir tað?
- Hatta haldi eg ikki passar, og eg skal gleðiliga koma við einum yvirlitið yvir, hvussu nógv eg havi verið burturi umboðandi landið. Vit liva í einari tíð, har altjóðagerðin fær alt størri týdning, og eg trúgvi ikki, at føroyingar høvdu verið glaðir, um eg gekk og mól vesturi á Válinum ella niðri á keiini á Tvøroyri. Men lat okkum endiliga taka handan spurningin um ferðingina hjá løgmanni upp aftur seinni, so skal eg finna dokumentatiónina fram, og so kunnu vit gera eitt prát um tað.
Men heldur tú sjálvur, at tú gjørt nokk av tí – altso gongur úti millum veljararnar, millum annað á Tvøroyri?
Nei, eg geri alt ov lítið av tí. Royni, men tað er eisini avmarkað við tíðini, tí samdøgrið hevur ikki meira enn 24 tímar – heldur ikki hjá mær. Sum sagt, hetta var avgjørt nakað, eg kundi hugsað mær at gjørt meira við. Men vit mugu samstundis lyfta okkum upp um heimføðisligheit, og viðurkenna, at vit liva í einum globaliseraðum heimi, har tað hevur stóran týdning, at røkja sambondini úteftir. Eitt nú hevði tað verið løgið, um vit ikki vóru umboðað her í Hetlandi í dag, her vit føroyingar enntá skulu seta ráðstevnuna, sum hevur umboð úr øllum norðurlondum og baltisku londunum.
Miðflokkurin fiskar
Miðflokkurin hevur dúgliga fiskað til tey tímaløntu í seinastuni. Millum annað 1. mai, har formaður floksins flutti fram røðu á Vaglinum. Hvussu heldur tú, at traditionellu tímaløntu javnaðarveljararnar hava tað við flokkinum í dag?
- Javnaðarflokkurin hevur eisini nógvar veljarar millum tey við meðalinntøku, so sum lærarar, sjúkrasystrar og pedagogar. Í mun til tey tímaløntu, so haldi eg, at vit hava eitt óvanliga gott samstarv við tey í løtuni. Hetta kom eitt nú til sjóndar undir samráðingunum seinast, har tað fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist at fáa í lag sáttmálar, sum fevna um fleiri ár. Hetta sigur mær somikið sum, at fakfeløgini hava álit á samgonguni, og tað fegnist eg sjálvsagt um, tí tað hevur stóran týdning fyri stabilitetin á arbeiðsmarknaðinum.
Ikki heitur fyri kvinnulista
Nú hevur nógv verið tosað um, at javnaðarkvinnurnar í Suðurstreymi møguliga ætla at stilla upp á serstøkum kvinnulista. Eisini hava tær biðið um fund við teg hósmorgunin, fyri at fáa teg at leggja uppskot til tingið um broytingar í grein 18 í vallógini, so tað verður greiðari, hvussu listaatkvøður skulu teljast upp.
Hvat heldur tú um, at kvinnurnar ætla at stilla upp á kvinnulista?
- Tað er rætt, at tær hava biðið um fund við meg. Og eg eri eisini opin fyri at tosa við tær um, hvussu vit fáa størri javnstøðu til valstríðið. Men eg ætli mær ikki at koma nærri inn á tað her, tí nú má eg líka síggja, hvat ið tær siga. Tí vónandi hava tær eisini fleiri hugskot til, hvussu vit kunnu fáa tær meira í front og geva teimum betri møguleikar at markera seg í valstríðnum og í flokkinum sum heild, sigur Jóannes Eidesgaard, sum kortini vónar, at tað verða eins nógvar kvinnur sum menn uppstillað fyri flokkin.
- Eg kann siga somikið, at eg í prinsippinum taki ikki undir við kvinnulistum, tí vit eiga at ganga øksl móti øksl. Tað hava vit gjørt fyrr, og tað átti at borið til aftur nú. Eg havi samstarvað við nógvar sterkar javnaðarkvinnur, sum eru valdar uppá somu premissir, sum menninir. Men sjálvandi skulu vit arbeiða fyri at fáa javnstøðu í uppstillingina, og at síggja til at kvinnurnar fáa líka góðar, ella kanska betri umstøður í valstríðnum, sigur løgmaður at enda.
--
Tingmanning Javnaðarfloksins, sum varð vald á ting 20. januar 2004.
Jóannes Eidesgaard, 56 ár, valdur fyrstu ferð á ting í 1990. Fekk á valinum í 2004 403 atkvøður
Henrik Old, (varamaður fyri Jóannes Eidesgaard), 60 ár, valdur á ting í 1984-2004. Fekk á valinum í 2004 292
Sverri Midjord, 74 ár, fyrstu ferð valdur á ting í 1978-80 og síðan 1990-94, varamaður 1975-78 og 1985-88. Hann fekk á valinum í 2004 295 atkvøður
Gerhard Lognberg, 56 ár, valdur á ting fyrstu ferð í 2002. Fekk á valinum í 2004 200 atkvøður.
Kristian Magnussen, 51 ár, fyrstu ferð valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í 1994. Síðani 1998 valdur fyri Javnaðarflokkin. Fekk á valinum í 2004 412 atkvøður
John Johannessen, 29 ár. Valdur á ting í 2004, fekk 380 atkvøður
Andrias Petersen, 60 ára gamal. Fyrstu ferð valdur á ting í 2002. Fekk á valinum í 2004 451 atkvøður.
Vilhelm Johannesen, 65 ár. Fyrstu ferð valdur á ting í 1980. Fekk á valinum í 2004 220 atkvøður.
Aldur:
Miðalaldur: 56 ár.
Elsti maður: 74 ár
Yngsti maður: 29 ár
Kynsbýti
Kvinnur: 0%
Menn: 100%
Miðal starvsaldur: 13 ár