Jørgin Evald Solmundi
Nú hetta valskeiðið er um at verða úti, er tað próvfast, at innlimingarætlanin hjá Javnaðarflokkinum er komin væl áleiðis við góðari hjálp frá m.ø. Fólkaflokkinum, sum sigur seg vera loysingarflokk. Men sum hevur svølgt øllum, sum danskt er hesi seinastu fýra árini
Tað, sum nú er eftir hjá hesum danska tjóðskaparflokki í Føroyum, er, at teir fáa tað føroyska fólkið á einari atkvøðu at staðfesta eina orðing um, at Føroyar eru partur av Danmark. Tá tað er hent, sum Javnaðarflokkurin droymir um skal henda, hevur flokkurin rokkið sínum endamálið um at gera Føroyar til ein danska landslut til ævigar tíðir, og sum ger enda á øllum fullveldisstríði í Føroyum. Men eg kann upplýsa øllum føroyingum, at tað fer ongantíð at henda, orsakað av at sjálvstýrisneistin hjá fólkinum er so mikið sterkur, at hvørki danska stjórnin ella hennara fylgisneytar í Føroyum megna at bróta hurðina til tað innasta hjartakamarið. Til tað er hon alt ov sterk.
Sjálvt ein mokari fer ongantíð at megna at bróta hesa hurðina. Tíbetur fyri tjóð okkara.
Síðani hetta sambandslandsstýrið tók við í 2004, er eingin ivi um, at tað danska statsvaldið hevur fingið ræðið yvir Føroyum. Vit kunnu fyrst nevna hernaðarmálið, sum Danmark fekk í gávu frá landsstýrinum, so at teir nú hava fult ræði á økinum.
Síðani hevur gongdin verið eyðsýnd, at landsstýrið hevur bakkað eftir hæli fyri donsku stjórnini alt hetta valskeiðið.
Og tann størsta vanlukkan fyri Føroyar í hesum valskeiðnum er, at løgmaður, sum er reindyrkaður danskur tjóðskaparmaður, sat á Christiansborg og tók undir við tí, sum danska stjórnin samtykti.
25. apríl kom veruliga til sjóndar, hvørjum leiri javnaðarmenn eru í, tá tað kemur til tjóðskap, tá ein løgtingsmaður og ein av størstu Dannebrogsfjepparunum í Føroyum, helt flaggrøðu á Eiði.
Hann segði m.a. at tað gjørdi einki, um føroyingar ikki sluppu at flagga við Merkinum alla staðni. T.v.s. at hann hálovaði Dannebrog upp um skýggja. Eisini segði Andrias Petersen, at vit sluppu allastaðni uttan spyrja nakran eftir.
Altso, álvaratos, hvar sleppa vit uttan at spyrja nakran eftir, Norðurlandaráðið, EFTA, IWC, IOC, IAAF, EAAF, altjóða róðrarsambandið, altjóða súkklusambandið, altjóða fimleikasambandið. Hetta eru bara nøkur dømir.
Eisini segði hann, at framgongdin í Føroyum var ikki skapt her heima, tí framgongdin kom uttanífrá. T.v.s. at framgongdin stavar frá donskum blokki og ikki frá teimum virðum, sum hettar fólkið, sum her býr, skapar hvønn dag.
Ikki so løgið, tí sbrt. Javnaðarflokkinum og oddvita floksins skal eingin arbeiðari vera í Føroyum eftir 2015, tí tá skulu vit einans liva av kunstigum pengum úr Danmark.
So samanumtikið kann man staðfesta, at flaggrøðan hjá Javnaðarflokkinum hevði stórar trupulleikar av, at vit hava egið flagg. Tað er ikki so løgið. Tí stóð til hendan danska tjóðskaparmann og flokk hansara, høvdu vit flaggað við tveimum fløggum á somu flaggstong, har Dannebrog hekk omanfyri tað føroyska landspartaflaggið niðanfyri.
Hetta er politikkur Javnaðarfloksins. Tað vita øll.
Hyggja vit so at ítróttinum undir núverandi politisku støðu, so hava vit longu rent okkum í múrar. Tann størsti múrurin er IOC-múrurin, har ein badmintonleikari í eini europeiskari kapping sum umboð fyri Føroyar saman við 27 øðrum vann sær rætt til OL-luttøku í 2012.
Nú hann hevur vunnið hetta, sleppur dromgurin als ikki avstað orsakað av, at Føroyar ikki eru stjálvstøðug tjóð. Sjálvt ÍSF-forsetin, nú javnaðarmaður, sum er hægsti myndugleiki innan føroyskan ítrótt, hevur sagt, at eingin føroyingur skal til OL undir Dannebrog. Samstundis sum hann sigur hetta, hálovar hann núverandi politisku støðuni, sum er atvoldin til, at føroyingar ikki sleppa til OL undir Merkinum. Her valdar hugsjónarloysi í ólukkumát.
Nú hevur ÍSF arbeitt við málinum í 23 ár, og hevur hann fingið um skrúvuna hvørja tí einastu ferð. Lat meg eisini gera greitt, at DIF kemur ongantíð at stuðla Føroyum í hesum málinum.
So Heðin Mortensen, skalt tú røkka IOC-limaskapinum, mást tú fáa hugsjónina hjá tær aftur á beint og ganga við til, at Føroyar taka loysingina. Alt annað er at kasta torvmold í eyguni á Føroya fólki.
Taka vit kappróðurin, gongur RSF-forsetin í sama spori sum ÍSF-forsetin. Hann hevur eisini sagt, at vit arbeiða við at vinna Føroyum limaskap í altjóða róðrarsamgonguni undir núverandi støðu. Men tað ber snøgt sagt ikki til, harra Jan Herman Hansen, tí veruleikin er, sum tú ikki torir at siga fyri fólkinum tann, at tað danska róðrarsambandið liggur í buktini, tí teir fara ongantíð at góðtaka, at Føroyar fáa limaskap. Tí rør Katrin Olsen fyri Danmark í dag. Høvdu Føroyar verið ein jálvstøðug tjóð, so umboðaði hon sítt føðiland í dag, sum áttu at verði sjálvsagt. Og soleiðis verður støðan, so leingi føroyingar ikki fáa tikið seg saman við at taka fullveldi.
Ímeðan hesir báðir ganga í blindum, hevur formaðurin fyri frælsum ítrótti haraftur ímóti verið í fjølmiðlunum og sagt sannleikan viðvíkjandi okkara politisku støðu. Har hevur hann sagt, at so leingi Føroyar ikki eru ein sjálvstøðug tjóð, lúka Føroyar ikki treytirnar fyri limaskapi í IAAF og EAAF. Hetta er greið tala og einki uttanumtos sum hjá hinum báðum. Tað takki eg honum fyri.
Eg kann vissa Javnaðarflokkin um eitt. Tað er, at vit í tjóðskaparrørsluni fara við hond og fót at forða fyri, at tit og aðrir sleppa at avreiða tey føroysku tjóðarrættindini fyri lítið og lætt, so leingi vit eru til.
Tann stóra dag, tá Føroyar taka loysingina, og vónandi verður tað skjótt, tá stendur vegurin víðopin út í heim fyri Heðini Mortensen, Jan Herman Hansen, Hera Ziska, súkkling, amboðsfimleiki o.ø. Tá verða allir trupulleikar, sum m.a. ÍSF-forsetin, formaðurin fyri frælsan ítrótt og aðrar ítróttargreinar hava at dregast við í dag, burtur.