Tíverri var javnaðarflokkurin stovnaður í Føroyum við danskari hjálp, tí teir høvdu brúk fyri einum fólkatingsumboði. (eg veit væl, at nakrir frælslyntir føroyingar eisini vóru við).
Um danskararnir ikki tá komu uppí, høvdu vit sum øll onnur lond fingið ein javnaðarflokk, sum var føroyskur.
Nei, eg ætli ikki at fara og brigslast, bara vísa á hetta, tí tað sigur mær nakað um, hví javnaðarflokkurin er sum hann er í dag.
Síðan 1948 hevur javnaðarflokkurin havt eitt sera lætt lív, eitt fjálgt lív.
Hin danski javnaðarflokkurin var altíð til reiðar at hjálpa teimum bæði so og so, aftur fyri fingu teir stemmuna í Fólkatinginum.
Eisini var javnaðarflokkurin teirra besta borgan fyri, at ríkisfelagsskapurin ikki var nervaður.
Eg veit væl, at henda myndin er teknað við fáum strikum, og sjálvandi royndi javnaðarflokkurin at reka ein dagligan politikk til gagns fyri Føroyar, men kom tað til skarpskeringar, og at teir vistu um eitt ella annað, sum vildi gagna Føroyum, men danir ikki vildu ganga við til, vóru teir óførir at burturforklára tað. Tað mátti ongantíð koma í ljósmála, at nakað minus var tengt at ríkisfelagsskapinum.
Javnaðarflokkurin í Føroyum, eins og í hinum Norðurlondunu, hevur vant seg við, at tað vóru teir, sum stjórnaðu. Hetta var líkasum hevdvunnin rættur.
Nú hava hinir javnaðarflokkarnir skift ham og gera tað dagliga, hoyra vit í miðlunum.
Hin føroyski javnaðarflokkurin (ætlaði at skriva javnaðarflokkurin í Føroyum, men eg vil so fegin trúgva, at hann verður ein sjálvstøðugur flokkur) fekk ript ikki bara gólvteppið undan sær, men alt gólvið sum tað var.
Í mínari verð hevur grundin undir javnaðarflokkinum verið: heimastýrisskipanin, blokkstuðulin og so tann heilagi bróðurskapurin millum báðar flokkarnar.
Knappliga var hetta horvið frá einum tíma til ein annan.
Hinir javnaðarflokkarnir uttan um okkum hava tey seinastu nógvu árini broytt politikkin fyri at tekkjast veljarunum, men hesin javnaðarflokkurin hevur einki annað at krøkja seg í nú enn blokkin.
Ikki tí, valstríðið gekk væl, tað kláraði Jóannes Eidesgaard fínt, sanniliga royndi hann at sláa á nýggjar streingir, og hann kom inn í Fólkatingið og fekk sjey løgtingslimir valdar.
Hetta var væl klárað av einum flokki, sum hevði mist sjálvt grundstøðið at standa á.
Mangur mundi hava samkenslu við Jóannesi, soleiðis sum Nyrup var móti honum, tá hann kom niður á Fólkatingið, somuleiðis hildu fleiri, at teir kundu verið við til at gjørt landsstýri, men nú sær tú tíverri, at tað hevði ikki borið til. So var einki hent. Skilja teir ikki, at teir tvíhalda um nakað, sum er farið? Sjálvandi kunnu teir kanska fáa nakrar sambandsveljarar, men hvat skulu teir brúka tað til?
Var Jóannesar »sjálvstýris« prát fyri valið berur taktikkur, ella eru javnaðarveljararnir nú meira sambandskir enn sambandsveljararnir?
Men eitt tørvar tær ikki at gita um. Javnaðarflokkurin fekk 4 nýggj løgtingsumboð.
Nú er tað ikki rætt longur at fella dóm yvir tey, og sláa tey yvir ein kamb, men at sita og hoyra teir tríggjar nýggju menninar er, ja, tú trýr ikki tínum egnu oyrum. Ein av teimum tosar nú um, hví man ikki kann eita Sniolv (Sniolvur). Her er øskukalt, eri eg bangin fyri, men vónandi fari eg skeivur.
Landsstýrið má nú í frið og náðum halda fram við arbeiðinum. Og Javnaðarflokkurin? Ja, skommin verður so hansara.
Steinbjørn B. Jacobsen
7.10.98