Ungi bilserljarin hevði helst ikki gingið við til at lagt ein betalingsring um miðbýin, sum floksfelagar hansara á flatlondum einaferð vildu hava um miðbýin í Keypmannahavn. Ella hvat við at sett brúkaragjald á allar ítróttarfasilitetirnar í býnum?
Nei, tað hevði nokk ikki gingið.
Gott nokk er javnaðarlistin hjá Heðini rúmligur – og breiða semjan um samgongu kámar eftir øllum at døma floksmørk.
Slíkar útmeldingar varskógva veljaran um, at høgra hond ikki veit, hvat vinstra vil í Javnaðarflokkinum, og tað ber ikki boð um samanhald og styrki í einum stórum flokki – sum kanska er so stórur, at tey ikki finna ella kenna seg sjálvi aftur...?