Jastrid Nielsen leiðari í Vági

Nærverkið hevur sett Jastrid Nielsen, sjúkrarøktarfrøðingur, í starv sum leiðari fyri Røktarheimið í Vági og samskipari av heimatænastuni í Suðuroyar sunnaru helvt. Jastrid Nielsen er 50 ár, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1985 og tók sjúkrarøktarfakligt Diplomprógv í 1992 við leiðslu sum sergrein. Jastrid Nielsen hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir, bæði innan sjúkrahús og innan eldraøkið í Heimatænastuni í Suðuroy, har hon millum annað hevur verið økisleiðari, varaleiðari og visitator.

Jastrid byrjar í starvinum 15. Februar 2011.