Jastrid er fødd 6. juli 1945, dóttir Elsu Mariu, og Petur Andreasen. Hon er gift við Richard Isaksen.
1. april 1964 byrjaði hon í starvi á Gjaldstovuni í Klasksvík. Hennara fyrsti stjóri var Ebba Christensen, sum var dani. Tá Ebba fór frá í 1965, varð Steingrím Joensen settur sum deildarleiðari, og var hann leiðari á gjaldstovuni, til hann andaðis í 1986.
Eftir hann tók hon ábyrdina av deildini, og varð hon, 1. januar í 1987, sett sum deildarleiðari á Tollstovuni Norðoya Deild, sum stovnurin kallaðist tá.
Tá Líkningardeildin og Tollstovan vórðu samanlagdar í 1992, varð Óli Heinesen settur sum leiðari, og Jastrid kom tá at røkja starvið sum toll-serfrøðingur.
Tað ber ikki til at siga annað, enn at hon hevur gingið uppí sítt arbeiði við lív og sál. Hon er ógvuliga góð við sítt arbeiðspláss, er serstakliga arbeiðssom. Hon hevur sum mál, at alt skal avgreiðast skjótt og væl, og at onki skal liggja og bíða.
Eisini kann sigast um Jastrid, at hon er ein býarmynd, hvønn morgum sært tú hana á súklu til á veg til arbeiðis og heim aftur seinnapartarnar.
Jastrid verður ynskt hjartaliga tillukku á starvsdegnum.