Fiskivinna
Tað er nokk vanligari á fiskavirkjunum, at fólkið bíðar eftir fiskinum enn, at fiskurin bíðar eftir arbeiðsfólkinum. Men nú tey fóru aftur til arbeiðis á Fiskavirking í Saltangará eftir summarsteðg í tríggjar vikur, bíðaðu 90.000 pund av upsa eftir, at fólkið kom aftur til arbeiðis.
Partrolararnir, Jaspis og Ametyst, landaðu ávikavist á Snodd og á Beta í endanum av seinastu viku. Av veiðini hjá skipunum, sum bæði vóru full undir lúkurnar, keypti Fiskavirking í Saltangará 90.000 pund av upsa, sum stóðu inni á gólvinum, tá ið fólkið kom aftur til arbeiðis.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at Jaspis og Ametyst høvdu umleið 240.000 pund tilsamans.
Vesturvarði mánamorgunin
Mánamorgunin lá Vesturvarði í Saltangará við umleið 180.000 pund, harav meginparturin av veiðini var upsi. Eini 20.000 pund vóru av øðrum fiskasløgum.
Fiskavirking í Saltangará keypti allan upsan hjá Vesturvarða.
- Hesin fiskurin røkkur nakað langt, so ivasamt er, hvussu nógvan fisk vit keypa aftrat í hesi vikuni, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari.










