Formansval
Ovasta leiðsan í Pedagogfelagnum verður óbroytt næstu tvey árini.
Tað er greitt, nú freistin at stilla valevni upp til formansvalevni á komandi aðalfundi var úti sunnukvøldið.
Pedagogfelagið hevur aðalfund á Hotel Føroyum 18. februar og nú freistin at stilla valevni upp til formansvalið, er úti, er bara eitt valevnið á listanum og tað er formaðurin, Jarvin Feilberg Hansen. Hann kemur sostatt at halda fram sum formaður.
Annars standa eisini tveir aðrir nevndarlimir fyri vali. Talan er um Maud Wang Hansen og Leila Petersen og tær stilla báðar uppaftur. Hini í nevndini eru Jógvan Philbrow og Rógvi Fossádal.
Valskeiðið í Pedagogfelagnum er tvey ár.