Higartil í ár hevur Jarnbardur vunnið í stórum stíli. Í øllum róðrunum uttan fyri einari viku síðani. Tá var fjarðastevna í Vestmanna, og tá var Sølmundur væl stinnari, enn hann hevði verið fýra tær fyrstu ferðirnar, tá ið hann endaði næstfremst, men var væl aftanfyri Jarnbard.
Tí lúrdi eitt sindur av spenningi undan vestanstevnu í Miðvági. Spurningurin var, um tað skuldi verða meiri spennandi í dag, enn tað áður hevur verið.
Soleiðis varð tað ikki. Jarnbardur vann sera sannførandi. Í sjálvum startspurtinum var eingin munur, men so fór Jarnbardur av álvara at gera um seg, og í endaspurtinum varð munurin aftur til Sølmund væl meiri enn ein bátslongd.
Jarnbardur er FM vinnari við fullum stigatali, og tað er einki, sum bendir á, at tað ikki verður Jarnbardur, sum á ólavsøku fer at vinna.
1 | Jarnbardur | 05:11.30 |
2 | Sølmundur | 05:14.46 |
3 | Herningur | 05:28.41 |
1 | Jarnbardur | 42 |
2 | Sølmundur | 36 |
3 | Skúgvur | 19 |
4 | Herningur | 15 |