Tað gongur væl hjá høvuðsstaðnum, og tað gongur serliga væl hjá Róðrarfelagnum Knørri og Jarnbardi á Fjarðastevnu á Skála.
Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vann dreingjaróðurin, Jarnbardur vann kappingina millum 6-mannaførini við kvinnum, og nú hevur Jarnbardur vunnið kappingina millum 6-mannaførini við monnum.
Harvið endurtóku menninir á Jarnbardi sigurin síðsta leygardag í Hvalvík. Munurin var tann, at sigurin hesa ferð var meiri sannførandi, enn hann var tað fyri einari viku síðani.
Hesa ferð var tað Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag, sum var næstfremstur, meðan Sølmundur hesa ferð endaði á triðja plássi.
Strálan av Strondum var leingi væl við í kappingini um fremsta plássið, men sum tað nærkaðist málinum megnaði Strálan ikki at halda tørn og endaði á fjórða plássi. Strálan var tøttu kappingina um fjórða plássið við Herning.
1 Jarnbardur 05:04.03
2 Gongurólvur 05:05.10
3 Sølmundur 05:06.11
4 Strálan 05:08.06
5 Herningur 05:08.15
6 Tvørabáturin 05:11.09
7 Riddarin 05:11.14
8 Rádni 05:12.20
9 Lómur 05:14.17
Støðan
1 Jarnbardur 19
2 Sølmundur 18
3 Gongurólvur 17
4 Herningur 11
5 Strálan 9
6 Tvørabáturin 5
7 Riddarin 5
8 Lómur 0
9 Rádni 0