Jarnbardur er FM vinnari í kappingini millum 6?mannafør við kvinnum. Tað varð veruleikin, tá fyrsti róðurin var av í Miðvági leygardagin. Eingin ivi er um, at Jarnbardur er ein sera sannførandi meistari. Bæði í fjør og í ár hevur Páll Fangi verið ein av bátunum, sum hevur roynt at kappast við Jarnbard. Ein av manningini umborð á bátinum úr Klaksvík helt fyri, at manningin á Jarnbardi er eitt sera verdugt umboð komandi vár at senda úr Føroyum og niður á Scilly oyggjarnar. Tað er so satt, sum tað er sagt.
Jarnbardur var nógv fremstur á norðoyastevnu, og tær vunnu eisini sannførandi, tá tað varð kappast í Runavík, Hósvík og í Vági.
Sigurin í Miðvági var ongantíð í vanda. Jarnbardur legði seg skjótt framum hinar bátarnar, og eftir at Jarnbardur var komin á fremsta plássið, eydnaðist tað ongantíð nøkrum av hinum bátunum at fáa stevnið framum bláa bátin. Men kanska vóru tær umborð á Jarnbardi eitt sindur spentari á síðstu metrunum, enn tað hevur nýtst teimum at verið í nøkrum av hinum fýra kappingunum.
Riddarin fekk besta startin, og Riddarin setti avgjørt dám á kappingina. Jarnbardur fór skjótt eina hálva bátslongd framum, og tað var skjótt, at hálva bátslongdin gjørdist til meiri enn eina bátslongd. Eina løtu kappaðist Riddarin við Páll Fanga og Gongurólv um næstfremsta plássið, men tað var skjótt, at kappingin millum Páll Fanga og Gongurólv stóð um triðja plássið.
Riddarin át seg spakuliga inn á Jarnbard. Stóra bátslongdin, sum munurin eina løtu var, minkaði, so tað aftur var fast millum bátarnar. So gleið Riddarin longri fram, og eina lítla løtu kendist tað sum um, at møguleikin hjá vágakvinnunum skuldi koma at vinna róðurin. Men tá var heilt stutt eftir á mál, og tær umborð á Jarnbardi, sum eftir nógvu og stóru sigrarnar kanska høvdu tikið seinna partin av róðrinum eitt sindur lættliga, megnaðu at vera ein stóran skut ella eina lítla hálva bátslongd undan Riddaranum á mál.
Avrikið hjá Riddaranum ber við sær, at nú hava tær lagt Páll Fanga afturum seg í kappingini um silvur merkini. Avrikið kann eisini takast sum eitt varskó til nýggja FM vinnaran um, at tær umborð á Jarnbardi skulu ikki billa sær inn, at tær soleiðis uttan víðari fara at vinna ólavsøkuróðurin. Tað hevði dámt teimum umborð á Jarnbardi heilt illa, um tær ikki høvdu megnað at vunnið á Havnarvág, har tær dagliga síðsstu mánaðirnar hava vant og nú venja til ólavsøkuróðurin. Tí kann roknast við, at tær fara at leggja alt í annan sunnudag.
Umborð á Páll Fanga er manningin umleið tann sama, sum í fjør vann allar róðrarnar sannførandi og harvið vann FM. Fleiri teirra fara av landinum í lestrarørindum seinni í summar. Hetta árið hevur ikki roynst akkurát soleiðis, sum tær høvdu vónað. Tí fara tær sjálvandi at leggja alt fyri, tá tær skulu luttaka í finaluróðrinum ? bæði fyri hetta árið og fyri hesa manningina. Sjálvandi vilja tær fegnar, at finalan fer at eydnast væl hjá teimum. Ynskið hjá Páll Fanga kvinnunum má vera, at FM gullmerkini í fjør fáa silvur og ikki bronsumerki at hanga við síðuna av sær.