Jarðskjálvti kravt 58 mannalív

58 fólk eru deyð í einum jarðskjálvta í miðasiatiska landinum Kirgisistan Myndugleikarnir í Kirgisistan siga, at jarðskjálvtin, sum var í gjárkvøldi, kravdi minst 58 mannalív, og at umleið 50 fólk fingu skaða.

Skjálvtin, sum var 6,3 á Richterstiganum, oyðilegði 120 hús.

Jarðskjálvtin var so mikið harður, at ristingarnar kendust eisini í Afghanistan og í útsynningspartinum av Kina, skrivar Reuters.