Ein harður jarðskjálvti var á indonesisku oynni Sulawesi í gjárkvøldið. Skjálvtin, sum sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var 6,6 á Richterstiganum, hevði miðdepil 20 kilometrar undir jørð einar 50 kilometrar í landssynning úr býnum Palu.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at fólk í Palu runnu ræðslusligin út á gøtuna, tí húsini skulvu, men myndugleikarnir siga seg ikki hava fingið nakra fráboðan um, at jarðskjálvtin hevur gjørt nakran skaða. Tað kom heldur eingin ávaring um flóðaldu.
Sulawesi er tann triðstørsta oyggin í Indonesia og eina av Sundaoyggjunum.









