Árni Joensen
Hann var kortini ikki so harður sum tann hinumegin jørðina. Sambært Danmarks og Grønlands geologiske undersøgelser (GEUS) var skjálvtin í Tasiilaq 4,2 á Richterstiganum.
Karl Vinther, sum er løgregluovasti í Tasiilaq, sigur við grønlendska kringvarpið, at tað ljóðaði sum ógvusligur torusláttur ella sum ein spreinging, og at ræðsla kom á fólk. Men tíbetur hendi eingin skaði, sigur hann.
Jarðskjálvtar eru rættiliga vanligir í Grønlandi, men tann mánakvøldið var ikki heilt vanligur. Peter Voss hjá GEUS sigur við KNR, at tað óvanliga við jarðskjálvtanum mánakvøldið var, at miðdepilin í skjálvtanum var so nær Tasiilaq. Jarðfrøðingarnir staðfesta einar 100 jarðskjálvtar í Grønlandi um árið, men tað vanliga er, at miðdepilin er langt frá bygdum og býum, sigur Peter Voss.