Jarðskjálvtar í Ný Sælandi

Tveir jarðskjálvtar, sum vóru 5,8 á Richter-stiganum, vóru í nátt í býnum Christchurch í Ný Sælandi. Tað var umleið ein tími ímillum skjálvtarnar, men enn er einki frætt um nakran skaða.

Tíðindastovurnar skriva, at fólk eru farin úr almennum bygningum og handlum, og floghavnin varð stongd fyribils. Elfelagið í býnum sigur, at umleið 15.000 fólk hava mist streymin.

Fyri tíggju mánaðum síðani var ein harðari jarðskjálvti í Christchurch, haðani myndin er. Tá doyðu 182 fólk, og tá ávaraðu jarðfrøðingar um fleiri skjálvtar. Tað gera teir eisini nú. Ein jarðfrøðingur sigur við fjølmiðlarnar, at helst koma fleiri veikari jarðskjálvtar í og við Christchurch teir næstu dagarnar.

Christchurch er tann størsti býurin á Suðuroynni.