Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Jarðfrøðingar, sum hava kannað undirgrundina vestan fyri Sumatra, siga, at trýstið í jarðløgunum har er vaksið nógv síðani tann harða jarðskjálvtan annan jóladag. Teir bera tí ótta fyri einum hørðum jarðskjálvta afturat.
Jarðfrøðingarnir siga, at tað er ein søguligur veruleiki, at vanliga eru tveir ella fleiri harðir jarðskjálvtar innan fyri eitt stutt tíðarskeið. Soleiðis hevur tað verið í Japan fleiri ferðir, og í tí eina førinum vóru tríggir harðir jarðskjálvtar í sama ári. Tað sama kann henda í Suðurasia, siga teir og vísa á, at í 1833 og 1861 vóru tveir sera harðir og oyðandi jarðskjálvtar í økinum.
Aðrir jarðfrøðingar halda ikki, at vandin fyri einum hørðum jarðskjálvta í Suðurasia er so stórur. Teir ásanna tó, at tað, sum hendi í 1833 og 1861 kann henda aftur.










