Eftir at avtala varð gjørd millum Føroyar og Danmark um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini fyrst í 90-unum varð alt fyri eitt farið undir at fyrireika eina føroyska kolvetnislóggávu, sum skuldi vera grundarlag undir leiting eftir olju og gassi á landgrunninum. Eftir at avtala varð gjørd við Bretland um markið varð so av álvara farið undir at fyrireika leitingina. Fyrstu loyvini vórðu latin í 2000 og síðani tá eru seks brunnar boraðir.
Eisini hava verið skiftandi stjórar á Jarðfeingi, og tann seinasti í røðini er Petur Joensen, sum røkir starvið til í november, tá hann hevur sitið í tvey ár, eftir at fyrrverandi stjórin Sigurð í Jákupsstovu fór í farloyvi. Síðani er tað hent, at hann er farin í annað starv.
Petur Joensen hevur ikki enn gjørt upp við seg sjálvan, um hann fer at søkja starvið, sum verður lýst leyst í november. –Tað fái eg at síggja til ta tíð. Nú ræður um at fáa so nógv gott av skafti í hesum ári sum gjørligt.
Og eitt, sum oljustjórin hevur skrivað sær aftanfyri oyrað er, um ikki tørvur er á at gera okkurt øðrvísi, soleiðis at ferð kann setast á oljutilgongdina.
Hann vil tó ikki siga ítøkiliga, hvat tað er hann hugsar um. Bara at tá tú hevur fingið drúgvar royndir og tú sær, at tíðir broytast, so mást tú eisini fyrihalda teg til tað.
Øðrvísi
-Vit á Jarðfeingi hava tosað um, at nú er rættiliga long tíð frálíðin, síðani vit byrjaðu og tað er kanska uppá sítt pláss, at vit seta okkum niður og hyggja eftir, um nakað kundi verið gjørt øðrvísi. Hvat halda vit sjálvi, og hvat halda feløgini. At vit hyggja eftir karmunum.Tíðirnar eru broyttar, og tað ger einki, at vit hyggja eftir treytum ol. Tað nýtist ikki at merkja, at vit fara at gera nakrar broytingar. Eftir so langa tíð við leiting so haldi eg gott, at man kann hyggja eftir onkrum.
Vit fáa so ikki stjóran at koma út við nøkrum ítøkiligum. Men tey, sum arbeiða í oljuvinnuni, tað veri seg myndugleikar og oljufólk og so eisini fjølmiðlar vita, at tey ymsu økini kring heimin gera alt fyri at gera tað meira og meira attraktivt hjá oljufeløgunum at gera íløgur júst í teirra øki. Tað kann vera regulverkið, tvs. treytir fyri at kunna fáa loyvi, skattatreytir, krøv til bryggjukant og entá broytingar í loyvisgeving millum loyviumfør, tað sum á oljumáli verður nevnt ”Out of License awards”, nakað, sum vit hava fleiri dømi um vestan fyri Hetland. Tað merkir, at eru øki, sum ikki eru boðin út, men sum liggja tætt upp at fundum, so kunnu hesi, við lógarbroyting, bjóðast út uttan beinanvegin. Hetta verður gjørt fyri ikki at tarna leitingini men fyri at troyta høvi, sum bráddliga stinga seg upp. Tað kunnu so eisini vera myndugleikarnir sjálvir, sum vilja raðfesta eitt ávíst øki, sum teirra egnu jarðfrøðingar hava arbeitt meira við enn oljufeløgini, høgt og fegnir síggja, at okkurt oljufelag fer í holt við.
Men sum sagt, Petur Joensen vil ikki her og nú siga, hvørjar broytingar av hesum hann hugsar um.
Framtíðin
-Er tú nøgdur við verandi áhugan fyri leiting vð Føroyar?
-Vit mugu fyrihalda okkum til tann veruleika vit hava. Stórur partur av landgrunninum er bjóðaður út. Fokus hjá feløgunum er ringt at gera nakað við, men tað er ikki ómøguligt. Spurningurin er, um vit uppá nakran máta kunnu skapa áhuga fyri meiri leiting. Raka vit ikki við, so vænti eg tað verður ein tíð, áðrenn vit síggja nakað boom aftur, ja áðrenn feløgini standa og banka uppá. Tey stóru prospektini eru kanska longu umbiðin. So vit skulu ikki vænta, at tað verða nógv feløg, sum standa og banka uppá, sum støðan er nú. Men hinvegin haldi eg vit skulu vera nøgdir við tey feløg, sum eru her. Tað er ikki bara ein spurningur, hvusu nógv feløg eru her. Teirra áhugi er at finna olju og fyri at kunna tað, so má gerast eitt gott leitiarbeiði. Tað gera feløgini og tað gera okkara egnu serfrøðingar. Tað vóni eg kann halda fram, hóast vit verða eitt sidnur skerdir fíggjarliga. Tað er sera týdningarmikið, at vit kunnu vera við, bæði kunna sparra upp ímóti oljufeløgunum, og at vit við okkara egnu brillum kunnu hyggja uppá tingini og kanska eitt sindur øðrvísi viðhvørt.
-Hvussu stóran týdning hevur leitingin hinumegin markið fyri okkum?
-Tað hevur sera stóran tí oljufeløgini síggja alt økið millum Føroyar og Hetland sum eina provins. At nógv virksemi er hinumegin hevur eisini týdning fyri okkum.










