Stríð kom í fyri fleiri árum síðan um markið millum eigararnar av Kambhaga fyri Heiman og Kambhagan fyri Handan. Stríðið hevur verið hart.
Í 2007 varð útskifting gjørd eftir ynski frá eigaranum í Kambhaga fyri Handan, og hesa útskifting vóru eigararnir í Kambhaga fyri Heiman ikki nøgdir við, og teir kærdu til Yvirútskiftingarnevndina.
Kæran kom ov seint til Yvirútskiftingarnevndina, sum tó avgjørdi at viðgera kæruna.
1. september kom úrskurðurin frá Yvirútskiftingarnevndini. Kærumyndugleikin tók undir við útskiftingini hjá útskiftingarnevndini. Tó varð markið flutt eitt sindur.
Málið varð so lagt inn fyri Hægstarætt, sum enn ikki hevur talað. Henda jarðarósemja er sum tann fyrsta í nýggjari tíð endað í Hæhstarætti.
Umhværvisstovan tryggjaði sær, at til úrskurðurin er komin frá Hægstarætti, er markið, sum Yvirútskiftingarnevndin segði.
Men í vár kom Umhvørvisstovan eftir, at herverk varð framt ímóti fleiri av teimum nýggju markunum. Ein eftirkanning vísti, at í minsta lagi 10 marknamerki, bæði koparmerki og marknapelar, vóru burturbeind.
- Tað er eindømi, at so umfatandi herverk er framt á lógliga sett marknamerki. Í Føroyum eru makrnamerkini altíð vird, hóast nógvar ósemjur kunnu vera um jørð og jarðarviðurskifti, skrivaði Umhvørvisstovan á heimasíðu síni 1. juli í ár.
Umhvørvisstovan metti málið at vera so álvarsligt, at herverkið varð meldað til løgregluna.
Enn er ikki meira hent í málinum, og Hægsti Rættur er ikki liðugur at viðgera hin partin av málinum.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminalpolitinum sigur, at áðrenn farið verður undir at kanna málið um herverkið, má alt tilfarið umsetast til danskt, tí orsakað av ógegni kann politiið í Føroyum ikki viðgera tað. Meira vil hann ikki siga.
Men úrskurðurin hjá Yvirutskiftingarnevndini sigur greitt, hví poliitið í Føroyum er ógenut í hesum málið.
Jaspur Vang, sýslumaður er eigari í Kambhaga fyri Handan, og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri er í hinum partinum. Umframt tað hevur Kristin Michelsen starvast sum skrivstovumaður á politistøðini á Tvøroyri, umframt at hann hevur verið eykapolitistur.
Tað kann taka drúgva tíð, til málið um herverkið verður liðugt kannað. Samstundis verður bíðað eftir dóminum frá Hægsta rætti.