Líkið av 26 ára gamla heimsmeistaranum í 100m bringusvimjing kom heim til Noregs fríggjadagin, har familjan tók ímóti og hevði eina kvirra løtu saman.
Jarðarferðin verður fríggjadagin kl.12 í Blomvåg Kirke í heimbygdini Øygarden. Pláss er fyri 300 fólkum í kirkjuni, sum eru løgd av til familju, vinir, nábúgvar, ítróttarkenningar og umboð fyri tað almenna Noreg. Otto Harkestad úr kommunustýrinum í Øygarden væntar 2000 fólk til jarðarferðina, og í hesum sambandi verður jarðarferðin víst á stórskíggja í ítróttarhøllini Kollsneshallen, sum er í bygdini og hýsir 1500 fólkum.