Í árunum frá 1937 til 1941 myrdu drápslið hjá loyniligu sovjetsku løgregluni NKVD meiri enn 30.000 fólk í Ukraina og jarðaðu tey í tilvildarligum hópgravum. Leygardagin vórðu leivdirnar av 1.998 fólkum jarðað av nýggjum í einari hópgrøv.
Leivdirnar av teimum 1.998 vórðu funnin í einum skógi nærhendis ukrainska høvuðsstaðnum Kiev fyrr í ár. Myndugleikarnir gjørdu av at grava líkini uppaftur og at geva teimum eina virðiliga jarðarferð. Fleiri hundrað fólk vóru til jarðarferðina, og summi teirra bóru skelti við áheitan á fólk um ikki at gloyma harðskapin hjá Stalin-stýrinum.
Ukrainsku myndugleikarnir vilja vera við, at millum 30.000 og 40.000 fólk vórðu myrd og tveitt í hópgravir í 30- og 40-árunum.