Hetta vikuskiftið hevur amerikansk listakvinna havt skeið í tøving í Bø. Skeiðið endar við framsýning í dag, og morgin verður fyrilestur í Norðurlandahúsinum um føroyska ull Amerikanska handverkslistakvinnan, Jorie Johnston, hevur hetta vikuskiftið saman við føroysku Ásu Hátún skipað fyri skeið í tøving av føroyskari ull.
Jorie Johnston hevur seinastu 20 árini arbeitt sum listakvinna í Japan, har hon hevur arbeitt við tøving, hildið fyrilestrar á japanskum listuniversitetum um tøving, umframt at hon hevur givið tvær bøkur út um tøving.
Nú er hon í Føroyum, bæði fyri at geva føroyskum tøvarum íblástur og fyri at læra meira um føroysku ullina. Sosialurin hevur í blaðnum í morgin samrøðu við Jorie Johnston, har hon millum annað tosar um serligu eginleikarnar hjá føroysku ullini, sum hon metir hava stórar møguleikar og um tøving av óvirkaðari ull, sum ikki hevur langa siðvenju í Føroyum.
Skeiðið í Bø er fyri innbodnum kvinnum, sum hava drúgvar royndir í tøving, og skeiðið endar við framsýning seinnapartin í dag.
Í annað kvøld klokkan sjey verður stórur fyrilestur í Norðurlandahúsinum, har Jorie Johnston fer at greiða frá um tøving og sítt arbeiði, meðan Súsan í Jákupsstovu skal hava fyrilestur um ull og annað tilfeingið, náttúru, ferðavinnu, eyðkenni og mentan. Eisini fer Ása Hátún at greiða stutt frá verkstovuni.