Japanskur áhugi fyri FarGen

Fríggjadagin 8. september hevði FarGen vitjan av Dr. Yoshihide Hayashizaki, ið er ein av stovnarunum av Riken Genome Science Laboratory í Tokyo.

Fríggjadagin 8. september hevði FarGen vitjan av Dr. Yoshihide Hayashizaki, ið er ein av stovnarunum av Riken Genome Science Laboratory í Tokyo. 

 

Sambært Boga Eliasen, verkætlanarleiðara hjá FarGen, er Riken almenna ílegugranskingarsentrið í Japan. Yoshihide hevur stjórnað hesum institutti síðani tað bleiv sett á stovn í 1995.

 

– Eitt av satsøkjunum hjá Riken er fyribyrgjandi heilsurøkt. Í hesum sambandi hevur Yoshihide sett seg í samband við FarGen við ynski um samstarv. Hann metir, at møguleikarnir at arbeiða við ílegugransking , og at gera íleguvitan brúkbara í heilsuverki eru best í Føroyum. Riken metir, at fyribyrgjandi heilsurøkt skal byggjast á íleguvitan. Á ferðini í Føroyum vitjaði Yoshide Landsapotekið, iNova, Ílegusavnið, Rannsóknarstovuna  og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, umframt FarGen, sigur Borgi Eliasen.

 

– At Dr.Yoshihide Hayashizaki er ein sera sterkur granskari er lítið at ivast í, hann fekk nevniliga fyrr í ár the Chen Award for Distinguished Academic Achievement in Human Genetic & Genomic Research, frá altjóða  felagskapinum fyri ílegugransking, HUGO, sigur hann.