Japanska stjórnin: Tað passar ikki at OL verður avlýst

Japanska stjórnin arbeiðir enn við at halda OL, sigur forsætisráðharri og talsmaður eftir tíðindi um avlýsing

 

Tað er lygn og látín, at japanska stjórnin skal hava avgjørt at avlýsa OL í Tokyo vegna koronuvirus.

Tað sigur talsmaður fyri japansku stjórnina Manabu Sakai í dag, eftir at blaðið The Times fyrr í dag skrivaði, at stjórnin innanhýsis arbeiði við at avlýsa leikirnar.

Blaðið endurgav leiðandi stjórnarlim, sum ikki varð nevndur við navni.

Ónevndar keldur siga, at japanska stjórnin arbeiðir upp á at finna ein hátt at avlýsa OL uttan at missa andlit, og at tað í staðin verður arbeitt við at fáa OL til Tokyo í 2032.

– Eingin vil vera tann fyrsti at siga tað, men semja er um, at tað verður trupult at skipa fyri leikunum. Persónliga trúgvi eg ikki uppá, at tað leikirnir verða hildnir, sigur stjórnarkeldan við blaðið.

Í eini røðu í dag í tjóðartinginum sigur japanski forsætisráðharrin, Yoshihide Suga, uttan at fyrihalda seg beinleiðis til søguna hjá The Times, at hann enn er avgjørdur um at halda OL.

Somu boð koma frá OL fyriskiparunum í Tokyo og frá guvernørinum í Tokyo, Yuriko Koike.

Sambært gevernørinum hevur tað als ikki verið umrøtt á evsta avgerðarstigi at avlýsa leikirnar, og guvernørurin fer nú at senda The Times eina kæru.

Í Japan eru tey sloppin so nøkulunda snikkaleys gjøgnum koronukreppuna við at steingja landamørkini og seta í gildi neyðrættarstøðu í Tokyo og øðrum stórum býum.

Meiningakanningar vísa harumframt, at umleið 80 prosent av japanarum vilja, at OL verður avlýst av ótta fyri, at tey mongu ítróttarfólkini úr øllum heiminum fara at fáa virusið at spreiða seg meira.

Kortini hava japonsku OL-fyriskipararnir, stjórnin og Altjóða Olympiska Nevndin IOC enn fast við, at leikirnir verða hildnir sum ætlað og byrja 23. juli.

Forsetin í IOC, Thomas Bach, segði so seint sum í gjár í samrøðu við japanska miðilin Kyodo News, at hann »ikki sær nakra orsøk til at óttast, at OL verður útsett«.

Og í dag staðfesti IOC, at søgan um ætlanirnar um at avlýsa OL ikki eru sannar, og at allir partar arbeiða saman um at fyrireika »einar væl eydnaðar olympiskar leikir«.

/ritzau/Reuters