Japanar stúra fyri orkutroti

Myndugleikarnir í Japan mæla nú fólki til at spara orku heima við hús og á arbeiðsplássinum, tí vandi kann vera fyri orkutroti, nú kjarnorkuverkini, sum hava framleitt elorku, eru latin aftur. Summarið stendur fyri durum í Japan, og tá brúka nógvir japanar luftkøliskipan, og tí plagar elnýtslan at vera stór um summarið.

Orkufelagið Kansai Electric, sum letur fyritøkum og ídnaðarvirkjum í býunum Osaka, Kyoto og Kobe elorku, hevur boðað frá, at tað verður neyvan ført fyri at nøkta tørvin hjá øllum brúkarunum. Tí hevur felagið spurt, um tað kann fáa avlopsorku frá øðrum orkufeløgum.

Longu aftan á jarðskjálvtan og flóðalduna í mars í fjør heittu japonsku myndugleikarnir á fólk um at spara orku. Síðani eru allir teir 50 reaktorarnir í landinum sløktir, og tað er óvist, nær ella um teir verða tendraðir aftur.

Ídnaðarfyritøkur hava boðað frá, at fáa tær ikki nóg mikið av orku, hava tey ikki annað í at velja enn at flyta virksemið til okkurt annað land.