Japan hevur í kvøld vunnið heimsmeitarakappingina í fótbólti fyri kvinnur. Í finaluni, sum var ímóti USA, vann Japan aftan á brotssparkskapping. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og aftan á longdu leiktíðina stóð á jøvnum 2-2. So var brotssparkskapping, og hana vunnu tær japonsku kvinurnar 3-1.
Hetta er fyrstu ferð, at Japan yvirhøvur vinnur heiðursmerki í einari HM-kapping fyri kvinnur. USA hevur vunnið HM fyrr og hevur fingið heiðursmerki í tveimum teimum seinastu HM-kappingunum.
HM fyri kvinnulandslið var í Týsklandi.