Japan og Suðurkorea á hægsta tilbúgvingarstigi

Myndugleikarnir í Suðurkorea og Japan hava sett londini í hægsta tilbúgvingarstig, tí roknað verður við, at Norðurkorea fer at royndarskjóta tvær rakettir, sum kunnu raka mál í teimum báðum londunum.

Fregnartænastan í Suðurkorea sigur, at tær báðar rakettirnar standa klárar á tveimum rakettstøðum úti við norðurkoreonsku eysturstrondina. Sum skilst bendir okkurt eisini á, at Norðurkorea fer at skjóta nakrar minni rakettir samstundis.

Ein ónevndur amerikanskur embætismaður sigur við sjónvarpið CNN, at Norðurkorea kann finna uppá at senda rakettirnar avstað uttan at siga flog- og skipaferðsluni frá frammanundan. Embætismaðurin sigur, at tað tekur ikki langa tíð at rokna kósina hjá rakettunum, og so er tað upp til USA og Japan at taka støðu til, um rakettirnar skulu skjótast niður.

Norðurkoreanska stjórnin bað fyri nøkrum døgum síðani útlendskar diplomatar fara úr Pyongyang, og í gjár bað hon útlendingar fara úr Seoul.