Teir líkjast: Janus stórur í Grikkalandi frá degi til dags

Janus Wiberg fegnast um 600.000 vísingar upp á ein dag.

Janus hevur sungið ein sang hjá kendum grikskum sangara, sum Janus annars líkist uppá ein prikk.

 

Janus Wiberg og Pantelis Pantelidis.Hvør er hvør?

Nú eru tey á gosi í Grikkalandi, og vilja hava føroyska sangaran Janus Wiberg til Grikkalands at syngja og spæla.

 

Orsøkin er, at Janus hevur sungið ein sang hjá einum kendum sangara í Grikkalandi, nevniliga Pantelis Pantelidis.

 

-Orsøkin er, at vit við beráddum huga sungu ein sang hjá Pantelidis, og løgdu hann á netið. Eg líkist honum uppá ein prikk, og so eksplodraði alt, og vit hava havt 600.000 vísingar upp á ein dag, greiðir Janus Wiberg frá.

 

Talan er um uppslag á instagram vanganum hjá Janusi.

 

Pantelidis var sera kendur í Grikkalandi. Hann doyði í 2016.

 

Tað skerst ikki burtur, at Pantelidis og Janus líkjast, sum tveir vatndropar.

 

-Nú “eksploderaði” alt hjá mær í Grikkalandi, og tey vilja hava meg at spæla har. Og tað fari eg í september, sigur Janus Wiberg.

 

Nú vilja tey hava Janus til Grikkalands, og eftir ætlan fer Janus Wiberg til Grikkalands at spæla í september.

 

Nakað fyri Ólavsøku gav Janus Wiberg út nýtt lag, ið nevnist The One.

 

Uppslagið á instagram vanganum hjá Janusi sæst her: In honor of Pantelis Pantelidis ❤️ I am sharing my rendition of the beautiful Greek song “Ginete.” It’s my first time singing in Greek, so… | Instagram

 

Janus Wiberg og Pantelis Pantelidis.Hvør er hvør?