Janus Rein
Løgtingsmaður
Løgtingið
Løgtingsmál nr. 8/2013: Uppskot til samtyktar um Tunnilsfelag Føroya
Uppskot
til
samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at
stovna “Tunnilsfelag Føroya” við tí endamáli at eiga og reka allar tunlar í Føroyum umframt
bygging av nýggjum tunlum, íroknað undirsjóvartunlar.
Viðmerkingar
Endamálið við uppskotinum er at stovna eitt tunnilsfelag, sum skal eiga og reka allar tunlar í
Føroyum, bæði verandi og komandi, og bæði omansjóvartunlar og undirsjóvartunlar.
Politiska skipanin má leggja soleiðis til rættis, at tá ið Smyril er uppslitin um 20 - 25 ár, má
tað vera koyrandi til Suðuroyar, eins og koyrandi undir Skálafjørð og Tangafjørð.
Føroyar hava nú í eitt mannaminni brúkt nógva orku og nógvan pening upp á at gera berghol
og tunlar. Tað veri seg omansjóvartunlar og undirsjóvartunlar. Hetta fyri at styrkja um
samferðslukervið.
Alt hetta arbeiðið og øll hesi hol inn í fjøllini hava í dag sjálvsagt eitt ovurhonds stórt virði, ið
kann kapitaliserast í eitt felag. Eginognin í einum tílíkum felag, ið eigur og rekur allar tunlar í
Føroyum, verður tá ómetaliga stór. Eitt tílíkt felag fer uttan stórvegis hóvasták at megna at
skaffa sær bíliga fígging til at byggja næstu tunlarnar við at brúka alla sína eginogn sum
veðseting. Víst verður á, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin í dag eru fíggjaðir úr
Íleggingargrunninum fyri 3,5% rentu.
Tankin líkist í stuttum hesum: Ímynda tær, at tú eigur 10-15 sethús, ið øll eru niðurgoldin, og
at tú nú ynskir at byggja tær tvey-trý nýggj sethús afturat. Við at leggja upprunaligu 10-15
sethúsini í eitt og sama felag, gerst eginognin rættiliga stór. Møguleikin hjá tær at fáa fulla og
bíliga fígging til ætlaðu tvey-trý nýggju húsini er tá rættiliga sannlíkur og líka til. Allarhelst
til lægstu rentu eisini.
Politiska skipanin eigur at spyrja seg sjálva, um tað er rætt at gera mun á omansjóvartunlum
og undirsjóvartunlum, og um tað ikki eigur at verða goldið fyri at koyra ígjøgnum
omansjóvartunlar eins og fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar. Verður goldið fyri at
koyra í gjøgnum allar tunlar, eins og at verandi fíggjarlógarjáttan til Landsverk flytur við yvir
í tunnilsfelagið sum stuðulsjáttan, kann verða koyrandi gjøgnum tunlarnar fyri lítlan kostnað.
Hvørja ferð, ein keypir bil í Føroyum, eigur ein kubbi til tunlar at fylgja við, sum so telur
niður hvørja ferð, vit koyra ígjøgnum ein tunnil. Ymsir møguleikar eru, hvussu
kostnaðarásetingin kann ella eigur at verða gjørd. Ein møguleiki er, at tað kostar eitt ávíst
oyratal pr. kilometur at koyra ígjøgnum ein tunnil. Hetta kann tó møguliga gerast ov
kostnaðarmikið, um koyrt verður gjøgnum fleiri tunlar, til dømis av Viðareiði til Sumbiar. Tí
kundi ein onnur kostnaðarsamanseting verið, at vit guldu eitt ávíst krónutal, um vit brúktu
tunnilsnetið sum heild ein dag. Tvs. at so guldu vit t.d. fyri fyrsta tunnilin, og so fór ikki meiri
av kubbanum tann dagin.
Ein blandingsloysn kann eisini hugsast og er helst mest áhugaverd; tvs. XX oyru pr. km, tó
maks. fyri YY km pr. dag. Við hesi loysn kemur brúkarin at rinda eina ávísa upphædd pr.
tunnils kilometur, men tó so, at eitt loft verður sett á soleiðis, at brúkarin ikki rindar fyri
meira enn eitt ávíst tunnils kilometratal pr. dag. Henda skipan er bæði til fyrimuns fyri tey,
sum koyra fáar og nógvar tunnils kilometrar.
Til upplýsingar og metingar er viðløgd ein inntøkumeting, bygd á hagtøl og ein kostnað á
1,00 krónu pr. tunnils kilometur.
Tað finnast ikki so nógv hagtøl yvir, hvussu ferðslumynstrið í samferðslukervinum er, men
vísast kann á, at ein kanning herfyri vísti á, hvar gjøldini til ávíkavist Vága- og
Norðoyatunnilin koma frá. Vágafólk gjalda 24% av Vágatunlinum, meðan fólk úr Streymoy
gjalda 54%, og restin av føroyingunum rindar so restina 22%. Viðvíkjandi Norðoyatunlinum
eru tølini ávíkavist 35% norðoyingar, 33% streymoyingar og restin 32%.
Víðari skal eisini vísast á, at tað verður koyrt fitt meira ígjøgnum tunlar til miðstaðarøkið í
arbeiðsørindum enn úr miðstaðarøkinum. Hesi fólk fáa tá part av tunnilsgjaldinum
afturgoldið gjøgnum ferðastuðulin; tað broytir so aftur eitt sindur uppá, hvussu
gjaldsmynstrið endaliga verður samansett.
Vit eru ikki liðug at útbyggja samferðslukervið, fyrrenn tað er koyrandi til Suðuroyar.
Viðlagt skjal: Hagtøl og inntøkumøguleikar fyri tunlar í Føroyum
Á Løgtingi, 1. august 2013
Janus Rein