11. partur
Í 1971 var Stóra Dímun fyri fyrstu ferð í okkara ætt manntóm um veturin. Tað var snøgt sagt ov strævið og uttanhandað. Seyðurin kláraði seg eisini um veturin. Men sumrini vóru vit tó framvegis á oynni.
Tað sum broytti alt, var tyrlan. Her var tað í fyrsta umfari danska sjóverjan, sum vit fingu gleði av.
Men tað byrjaði tó eitt sindur óheppið. Neytini á Dímun vóru ikki von við allan hendan gangin av tyrluni. Fyrstu ferð, tyrlan kom, gjørdist eitt ungneyt so bangið, at tað leyp fyri bakkan og fór í knús!
Tað var eitt upplivilsi fyrstu ferð, vit vitjaðu umborð á verjuskipinum við tyrluni. Kaj Nolsøe Bang, stjórin á marinustøðini, skipaði fyri, at tyrlan hjá teimum kom til Dímunar minst 14. hvønn dag. Millum annað høvdu teir við sær øll bløðini, sum tey høvdu lisið umborð á verjuskipunum. Aftaná Bang kom Osberg Jacobsen. Teir vóru báðir sera dámligir menn. Eg hevði eini veðrahorn hangandi í gongini. Osberg var so serliga forliptur í hesum horninum, tað skilti eg á honum. Eg hevði so gjørt honum eini horn og sent tey niður til hansara í Danmark. Hetta var áðrenn jól. Beint eftir jól í januar kom hann ein dagin við tyrluni. Tá var tað at takka fyri hornini.
Vit sótu so og prátaðu aftur og fram um veður og vind. Hann fekk at vita, hvussu óheppið tað var, at vit ikki vóru sloppin av við slaktið orsakað av veðri, nú vit vóru komin út í januar mánaða.
So fóru teir avstað á eina kanningarferð vestanfyri Suðuroynna. Men eina løtu seinni kemur tyrlan aftur. Tá hon kom, fóru vit altíð út at vita hvørji ørindini vóru. Annar flogskiparin kemur í land. Hann hevur tilboð frá stjóranum um at flyta okkum alt slaktið suður til Vágs. Eg visti als ikki, at tað bar til, so eg takkaði sjálvsagt fyri. Tað gekk bert ein løta. Teir komu við einum troli at fylla kjøtið uppí. So tóku teir kjøtið umborð á verjuskipið og fluttu tað suður til Vágs. Teir á Gørðunum, sum høvdu keypt kjøtið, kundu nú fáa boð um, at skip var á veg suður við kjøtinum.
Hetta var fyrstu ferð, at vit fingu nyttu av tyrlu á hendan hátt. So hetta var munur á.
Í 1985 kemur fast samband við tyrlu. Óla Jákup festi í 1980. Hann og konan Sunniva høvdu verið búsitandi í Dímun síðan 1977. Um veturin høvdu tey tó verið í Havn. Frá 1985 fóru tey at búgva í Dímun alt árið. Sama ár byrjar aftur skúli í Dímun. Tá er elsta barnið, Eva, 7 ár.
Eg og Kinna fóru tá eisini aftur at búgva alt árið í Dímun. Tá ið vit flyta til Havnar í 2003 er tað, at Eva og Jógvan Jón flyta út hagar. (Óla Jákup sigur, at foreldrini vóru álitið sum hjálparfólk hesa tíðina.) Tyrlan var ein stór broyting í ferðsluviðurskiftunum til Dímun, nú ferðasamband er 3-4 ferðir um vikuna. Hetta er tó framvegis treytað av veðri, sum drotningin eisini fekk at sanna.
Eg veit ikki um nakran, sum hevur verið dímuningur so leingi sum eg. Eg var borgari á Dímun í knapt 79 ár, tá flutti eg til Havnar. Men eg vitji tó javnan út í Dímun og steðgi nakrar dagar.
Við tyrluni liggur eisini væl fyri hjá teimum á Dímun at fara av oynni nakrar dagar, og tað gera tey eisini.
Dímun í dag
Í tí seinasta FF-blaðnum, sum kom út í januar 2007, hevði Óli Jákup Jacobsen eina frásøgn frá vitjan í Dímun. Vit fara at enda hesa røð um Stóru Dímun við at endurgeva hansara grein tillagað til dagin í dag. Myndirnar tók hann eisini ta ferðina. Greinin vísir, hvussu ein ungur drongur hevur upplivað oynna. Hann skrivaði millum annað:
Tað var ikki við sørt spenningi og væntanum at farið varð út á Stóru Dímun. »Hvussu munnu tey liva har úti? Hvussu munnu fólkini vera? Munnu tey hava eitt siviliserað lív?« Og so framvegis. Tað var heilt klárt, at forvitnið ikki var minni enn spenningurin.
So gott sum einasta ferðasamband til oynna er við tyrlu, sum flýgur tríggjar ferðir um vikuna, fríggjadag, sunnudag og mikudag, á sumri eisini mánadag.
Bara tað at flúgva við tyrlu er eitt heilt serligt upplivilsi. At síggja okkara vøkru oyggjar frá luftini og síggja, hvussu havið spælir sær móti berginum, tað var heilt ótrúligt.
Á Dímun var øll bygdin komin at taka ímóti teimum báðum ferðafólkunum. Fyri framman lá eitt spennandi, øðrvísi og hugtakandi vikuskifti.
Eru sum hini
Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen eru tvey heilt vanlig ung fólk. Sum pør flest, so hava tey fest sær búgv, nomið sær útbúgving og fingið sær børn. Eva er 31 ár og Jógvan Jón er 37, og eiga tey børnini seks ára gomlu Døgg og Sprota, sum er fýra ár. Einasti munurin á Evu og Jógvan Jón og flest onnur er, at tey hava valt at búsett seg úti á Stóru Dímun, har einans teirra familja býr. Somuleiðis býr Óli Jákup, pápi Evu, har umframt Janus, beiggi Evu og genta hansara Erla, ættað úr Vestmanna. Ein vanligan gerandisdag eru tey sostatt sjey fólk, ið búleikast á hesi lítlu oynni.
Sunniva, kona Óla Jákup, arbeiðir í Havn. Hon er dóttir Evu og Líggjas Sørensen av Kirkju. Hennara ætt varð í síni tíð eisini lýst í FF-blaðnum.
»Tað fyrsta, sum fólk spyrja okkum, er, hvat vit fáa tíðina at ganga við. Vit eru ikki øðrvísi enn hini, og gera vit alt tað sama, sum øll onnur«, sigur Jógvan Jón, tá ið prátið fellur á teirra sermerktu støðu.
Tað skilst, at tað er ein vanligur hugburður, ið fólk hava, at fólkini úti á Dímun ikki kunnu liva sum onnur. Men so er ikki.
Í bygdini eru bert tvey sethús, og eru tey samanbygd til eitt. Hóast húsini eru gomul og lág til lofta, so eru tey eins modernað sum húsini inni á meginlandinum. Tey hava tey trý týdningarmiklastu tingini fyri eitt húsarhald, nevniliga sentralhita, streym og rennandi vatn. Somuleiðis hava tey øll møgulig nútímans tól bæði til húsbrúk og til børnini. Ikki munnu Døgg og Sproti vera minni forkelað enn onnur føroysk børn. Tey hava Lego, glasmáling, videofilmar sum Tarzan 1 og 2, Bamsa og Kjúla, elstýrdan bil, bóltar o.s.fr.
Ikki einsligt
Ein tanki, sum liggur nógvum í huga, er, um tað ikki kann vera sera einsligt sum familja at búgva einsamøll á einari lítlari oyggj. Serliga kundi tað kanska tykst einsligt fyri Jógvan Jón, tí hann er uppvaksin á Sandi og er fluttur út sum vaksin. »Tá vit eru millum fólk í Havn, síggja vit, at tað eru mong menniskju í Havn, ið eru nógv meira einsamøll enn vit,« sigur hann.
Tað er eingin ivi í Evu, at hatta er hugburður, sum er heilt av leið. Tað sama sigur Jógvan Jón, ið stórtrívist í síni nýggju heimbygd. Nú er ferðasambandið eisini blivið so gott, at tað er eingin trupulleiki at sleppa til og av oynni. Tey eru av oynni umleið fjórðu til sættu hvørja viku.
Nógv djór
At tey eru bøndur hevur við sær, at tey hava nógv djór og kríatúr. Á oynni hava tey umleið 400 seyðir. Somuleiðis hava tey sjey neyt, harav eitt til tvey mjólkneyt. Eisini hava tey ross, gæs, dunnur, tvær kaninir og tríggjar hundar, har tey bæði síðstnevndu kunnu roknast húsdjór. Tá Døgg og Sproti ikki hava onnur børn, er tað gott at hava tvær fittar kaninir at spæla við. Serliga Døgg nýtir nógva tíð saman við kaninunum.
Tað er eingin ivi, hvønn leiklut hundarnir hava. »Uttan hundarnar hevði tað verið ógjørligt at verið bóndi her úti. Ein trýr ikki, hvussu dugnaligir hundarnir eru, áðrenn ein hevur sæð tað,« sigur Eva.
Vanligur dagur
Hjá bóndunum úti í Dímun er tað einki, sum eitur fastar arbeiðstíðir. Arbeiðið má leggjast eftir náttúruni, og kunnu arbeiðsdagarnir hjá teimum tí gerast sera langir og drúgvir. Kúgvin skal mjólkast tvær ferðir dagliga og djórini skulu fóðrast fyri at nevna nøkur dømi. Dagurin byrjar tíðliga á morgni, tá ið kúgvin skal mjólkast fyrstu ferð. Tað er sera umráðandi, at kúgvin verður mjólkað soleiðis rímiliga fast, tí annars kann hon gerast sjúk og gevast við at framleiða mjólk. Av tí sama má fólk altíð vera úti í Dímun. »At hava mjólkneyt er øgiliga bundisligt,« sigur Óli Jákup.
At vera bóndi er eitt sera hart og strævið arbeiði. Tað er eisini tí, teir eru tveir bøndur, Jógvan Jón og Óli Jákup nú við hjálp frá Janusi, yngra. Teir eru á einum máli um, at arbeiðið als ikki hevði latið seg gjørt bert við einum bónda. Áðrenn Jógvan Jón kom inn í Dímunarmyndina vóru teir eisini tveir bøndur, nevniliga Óli Jákup og pápi hansara, Janus, ið røktu festið.
Arbeiðsdagurin strekkir seg ofta líka frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Sjálvsagt verður tað ikki arbeitt alla tíðina, men tey ymisku tingini skulu gerast, tá náttúran krevur tað. Tað er tó ikki nakað, sum Eva og Jógvan Jón tykjast at vera nívd av. »Tá ein sjálvur eigur bóndagarðin, so er einki beinleiðis mark millum arbeið og frítíð,« sigur Eva. Men sjálvsagt taka tey sær eisini onkran frídag inn ímillum, har tey bara taka sær av løttum.
Eva sigur, at tey bera ongan ótta fyri, at tað onkuntíð skal koma soleiðis fyri, at tey gerast arbeiðsleys. »Her er altíð nóg mikið at takast við.«
Garving
Tað skerst ikki burtur, at bóndaarbeiðið er sera víttfevnandi og tengt at árstíðini. Um summarið er hoyggingin, um heystið er fjallgonga og flettingin á skránni o.s.fr. Um veturin verður nógv gjørt við at garva skinn. Tað merkir, at tey taka seyðaskinnini, sum tey hava goymt síðan heyst, og reinsa tey. Hetta arbeiðið er eitt sindur torførari og meira tíðarkrevjandi, enn tað tykist í fyrsta umfari. At garva eitt skinn tekur umleið átta dagar, til tað er heilt liðugt. Áðrenn tað kann latast út til handlarnar, skulu tey liggja í nógvum ymiskum løkum, spulast, reinsast, skerast til og til síðst eisini greiðast. Jógvan Jón og Óli Jákup gera tað mesta av tí likamliga tunga arbeiði av garvingini, meðan Eva greiðir tey flestu skinnini. Tey skulu greiðast eitt og eitt við hond, og tekur tað umleið hálvan tíma at greiða hvørt skinn. Tilsamans skulu gott 200 skinn garvast, og garva tey eini 25 í senn í hvørjari arbeiðsgongd.
Garvingin er eitt slag av verkætlan hjá teimum, har tey byrjaðu so smátt at garva í 2006. Sum tað nú sær út, tykist tað at vera heilt fittur eftirspurningur eftir tílíkum garvaðum skinnum. Bæði føroyingar og útlendingar keypa garvað seyðaskinn.
Við tí nýggja virkishúsinum rokna tey við at kunna gera meira burtur úr garvingini.
Trívast væl
Tað er eingin ivi um, at Dímun er teirra heim alt árið. Her dámar teimum sera væl, og tey hava ongar ætlanir um at flyta inn á meginlandið. Men Eva og Jógvan Jón leggja áherðslu á, at tey á ongan hátt eru øðrvísi enn onnur. Tey hava júst somu áhugamál og liva á sama hátt sum teirra javnaldrar.
So tað verður spennandi at fylgja, hvussu lívið á Stóru Dímun fer at laga seg.
FF-blaðið kundi enda sína tilveru við at ynskja øllum á Stóru Dímun góða eydnu vit vón um, at oynni verður leingi lív lagað. Óli Jákup endaði greinina við takka fyri eitt gott, spennandi og ógloymandi vikuskifti.
Tøkk til Janus
Hetta var so frásøgnin um Stóru Dímun. Sum ofta er, tá byrjað verður við eini slíkari frásøgn, kemur meira undan kavi, sum so eisini verður tikið við.
Tískil er eydnast at fáa eina nøkulunda fullfíggjaða Dímunarsøgu úr enda í annan, serliga hjá ættini, sum nú býr í oynni. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík søga er skrivað. Tað skilst eisini, at lesarum okkara hevur dámað hetta væl.
Tað er tó meira, sum er skrivað um Stóru Dímun. Her er til dømis talan um bókina hjá Johannes Johannesen um húsini í Dali, har fitt eisini verður skrivað um Stóru Dímun. Eisini hevur Viderø prestur skrivað nakað um søguna hjá oynni.
Tað hevur verið stuttligt at hitta Janus og eisini hansara børn og abbabørn, sum eisini hava givið íkøst til hesa frásøgn.
Her kann verða nevnt, at Stóra Dímun eisini hevur eina heimasíðu, sum er verd at vitja hjá áhugaðum. Tað er bara at fara inn á www.storadimun.fo
Komandi partur
verður um Lítlu Dímun. Í 1918 forlisti eitt danskt skip Casper undir Lítlu Dímun. Manningin lívbjargaði sær í 17 samdøgur á oynni. Bjargingin var ein adventistur, sum var farin á flot sunnudag!