Í dag fyri sjeyti átta árum síðan stevndi ein seytjan ára gamal unglingi út av Havnini við kós móti Keypmannhavn. Ungi maðurin, Janus Kamban, hevði eittans mál við síni ferð: at gerast myndlistamaður. Foreldur og onnur stuðlaðu Janusi í hesum vali, og hann nevnir í viðtali í gjár, at tey kanska yvirmettu hansara listagávur. Her eru vit ósamd, tí hesi nærum áttati árini hava prógvað, foreldrini og aðrir stuðlar Janusar mettu rætt. Hann hevði listagávurnar, evnini og viljan at røkka sínum málum. Hetta var byrjanin til eina ævisøgu, har listarligt virksemi og skapan gjørdist lívsverkið hjá hesum hugdjarva unglingi. Men henda ferðin gjørdist eisini byrjanin til nútímans føroyska listsøgu. Myndahøggarin og prentmyndlistamaðurin Janus Kamban gjørdist ikki bara okkara fyrsti yrkislærdi myndahøggari, men hann gjørdist eisini undangongumaður í føroyskum myndlistastrevi. Janus gjørdist professsionellur listamaður - hann er bæði var yrkislærdur og hevur, alt síðan hann tók myndlistaprógv á Kunstakademiinum, havt listarligt virksemi sum starv fulla tíð.
Janus Kamban var sostatt millum tey fyrstu, sum gjørdu list til annað enn talentfult ítriv. Hann hoyrdi til ættarliðið hjá Mikines, Ruth Smith, Elinborg Lutzen og Ingálvi av Reyni. Hesi vóru øll yrkislærd listafólk, ið settu sera stór krøv til sín sjálvs. Tey komu út av danska Kunstakademiinum í eini sermerktari og á mangan hátt trongari tíð. Millumkrígstíðin var eyðkend av búskaparligari heimskreppu og sterkum spenningum millum fólkaræði og einaræði – ein tilgongd, ið endaði við heimsbardaga og størstu ræðuleikum í søguni. Eftir hetta ragnarok komu flestu av hesum listafólkum aftur til heimlandið við ætlanum um at skapa eitt professionelt listaumhvørvi.
Hóast umstøðurnar eftir annan heimsbardaga ikki vóru tær bestu hjá teimum, ið høvdu sett sær fyri at liva av at skapa list, so eydnaðist hesum sonnu idealistum at skapa eitt listaumhvørvi, sum myndaði støði og gróðrarbotn fyri eini nútímans professionellari myndlistaframleiðslu. Eitt úrslitið var Listafelagið fyrst og síðan Listaskálin, ið seinni broytti navn til Listasavn Føroya. Janus Kamban var sjálv eldsálin í hesum stór uppbyggingarverki. Hóast hann gjørdi lítið burturúr sínum egna persóni, gjørdist hann tann sjálvskrivaði undangongumaðurin. Sum fyrsti leiðari í Listaskálanum gjørdist hann álitið og tað er ikki minst honum fyri at takka, at stovnurin vann stóra virðing og álit í almenninginum.
Gunnar Hoydal, ið hevur skrivað verkið um Janus Kamban, lýsir í hesum fáu rámandi orðum lívsverk Janusar sum Tað gerandisliga, sum hevur ævuna í sær, soleiðis er verkið hjá heimsborgaranum og listamanninum Janusi Kamban.Vit ynskja Janusi hjartaliga tillukku við teimum nítifimm og siga listamanninum tøkk fyri alt tað, ið hann hevur avrikað fyri menningina av føroyskari list og fyri tey mongu listaverk hann sjálvur hevur skapað og sum fara at ríka núlivandi og komandi ættarlið, so leingi føroyingar búleikast her í oyggjunum.