Fyri 10 árum síðan, 22. januar 1999, skrivaði Sosialurin um Janus Kamban, listanmann, sum varð heiðraður. Tað var Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, sum handaði honum heiðursgávuna.
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur at ein góður árgangur av toski er á veg. Bygdaráðsmenninir í fimm kommunur í Eysturoy ynskja at øll oyggin verður ein kommuna. Á baksíðuni er grein um at Føroya Rættur avhoyrdi 11 vitni í málinum um eldáseting í Marco Polo og Skáanum.










