Kappingarføri í fok­us á norður­lendskum topp­fundi

Kappingarføri var í fokus, tá ið norðurlendskir forsætisráðharrar og vinnulívsfelagsskapir hittust á toppfundi í Finnlandi

Árligi fundurin millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar og vinnulívsfelagsskapirnar varð hildin mánadagin 26. mai í Paimio í Finnlandi. Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, umboðaðu føroyska vinnulívið.

 

Á fundinum varð staðfest, at kappingarføri er grundarlagið undir einum tryggum og burðardyggum búskapi. Fundurin nevndi serliga tørvin á greiðum og einføldum lógarverkum, íløgum í gransking og nýskapan og grøna tøkni.

 

Grøna umskiftið varð lýst sum ein kappingarfyrimunur, og norðurlendski elmarknaðurin og orkuútbyggingin vórðu nevnd sum dømi um øki, har Norðurlond kunnu hava ein týðandi leiklut. Á fundinum vórðu onnur samfelagsgagnlig evni og støðan í Ukraina eisini umrødd.

 

Føroyska luttøkan undirstrikar týdningin av, at Føroyar eru partur av norðurlendska samstarvinum, har málini eru at styrkja kappingarførið í einum altjóða samanhangi, fremja grønar íløgur og nýskapan.

 

Les felagsfráboðanina frá vinnulívsfelagsskapunum her.