Janus á Húsagarði hevur seinastu árini havt fleiri listaframsýningar, tær flestu í Havn, men hann hevur eisini sýnt fram í Klaksvík og á Sandi.
Higartil hevur hann mest gjørt vatnlitsmyndir, men nú er hann farin at royna seg á løriftinum við akryli.
Í dag letur hann upp eina stóra framsýning við 25 akrylmálningum. Fleiri teirra eru rættiliga stórir.
- Mær dámar nógv betur at mála við akryli enn við vatnlitum. Tað eru størri strok, og haraftrat ber ikki til at koma aftur um aftur við vatnlitum, sigur Janus á Húsagarði.
Hann hevur verið á skeiði á einum listaháskúla í Danmark og fekk har góðan íblástur til at mála.
- Har var eitt stórt ateliér, og vit sluppu at svana, sum vit vildu.
Framsýning hansara hevur einki heiti, men hon kundi itið Brot úr Náttúruni, tí allar málningarnir hava evni úr náttúruni.
Har er grót, fuglar, fiskar, rennandi vatn, sjógvur og onkrastaðni er ein vættur ella eitt trøll. Ein Erla kongsdóttir er við og fleiri títtlingar.
- Eg eri so hugtikin av náttúruni og gangi mangan langar túrar í henni, sigur Janus á Húsagarði.
Framsýningin letur upp í dag klokkan 16. Opið er frá týsdegi til fríggjadag frá klokkan 15 til 17.30 og leygardag frá klokkan 11 til 14.
Framsýningin hongur uppi í tvær vikur.