Jante ongantíð boðin við til borðs

Hon er nógv eftirspurd sum ummælari, viðmerkjari og sum kjakluttakari. Hon er útbúgvin lærari, men vildi royna nakað annað, tá rutinan tók yvir. Sum blaðkvinna í Miðlahúsinum er hon millum annað vorðin kend millum manna fyri at vera fyrsti journalisturin, sum varpaði ljós á CTD.

Tú ert eftirspurd til kjaksendingar. Hevur tú serliga sterkar meiningar?

Veit ikki, um mínar meiningar eru serligari ella sterkari enn aðrar. Eri uppvaksin í einum demokratiskum samrøðu-umhvørvi, har tað kravdist, at eg gjørdi mær mínar egnu meiningar um tingini. Og Jante varð tíbetur ongantíð boðin við til borðs. So hatta við at ”tale er sølv, tavshed er guld” er nakað forferdiligt tvætl, sum skal halda fólkinum niðri.



Tú ert útbúgvin lærari. Hví vendi tú tí yrkinum bakið?

Eg undirvísti í sjey góð ár. Tá eg kendi, at rutinan tók yvir, vildi eg royna nakað annað. Næmingar hava krav upp á lærarar, sum brenna fyri gerninginum! Men tað kann saktans vera, at eg fari í skúlan aftur, tí eg elski at undirvísa.



Tú hevur fingið viðurkennandi orð fyri at vera tann journalisturin, sum fyrst varpaði ljós á CTD. Hvat merkir tað fyri teg?

Tað prógvar bara enn einaferð, hvussu umráðandi tað er, at vit eiga miðlar, sum kunnu fara afturum viðhvørt. Hetta var eitt ómetaliga fløkt mál, sum snúði seg um nógv meira enn bara CTD; líka frá granskara- og læknafáfongd til milliardainntøkur, atgongdina til føroysku ílegurnar og imperialistiskan hugburð til ríkisfelagsskapin. Og so er tað sjálvandi ein lætti, at omanfyri 100 føroyingar hava fingið eitt nýtt lív:)



Hvat er besta ferðamál, tú hevur vitjað?

At ferðast aftur í tíðina til Egyptalands saman við manni og børnum, sum tá vóru 9 og 11 ár, var ómetaliga spennandi.



Kunnu vit vænta at síggja teg í landspolitikki í framtíðini?

Eg verið ofta biðin um at stilla upp, og tað er eisini freistandi viðhvørt. Men tað, at politikkur ofta kann vera so ljótur og skitin, ræðir meg. So eg ivist enn.



Hvørji fimm ting fært tú illa livað uttan í gerandisdegnum?

Fartelduna, fartelefonina, mineralputur, mascara og tónleik.



Hvørjar fimm matvørur skulu altíð vera í køkinum?

Kaffi, ostur, breyð, hvítleykur, súrsøt chilisós.



Hevur tú nakran óvana?

Eri meira enn smáneurotisk um breyðmolar. Skeri helst breyð yvir vaskinum!!!



Hvat er tað besta við at vera blaðkvinna?

Kenslan, tá eg haldi meg hava gjørt eitt gott arbeiði. At uppliva so nógv ymiskt og at hitta nógv spennandi fólk.



Hvat er tað keðiligasta við tí starvinum?

At man ofta ikki fær tíð at gera sítt besta – og tí má senda tað næstbesta avstað.



Hvat hevur mest at siga, tá tú fert í eitt nýtt starv?

At tað er meiningsfult fyri meg sjálva og hevur góða ávirkan á samfelagið.



Hvat er tað besta og versta við Havnini?

Tað besta er svimjihøllin. Tað versta er, at Konditaríið ikki er til meira.



Hvat kann fáa øði í teg?

Irritatiónsmoment nummar eitt er, hvussu ómentaður okkara fremsti mentanarberandi miðil til tíðir er. Eg hati eisini, tá børn mugu taka til takkar við tí næstbesta, so sum útbrendar lærarar, skoddmat á matstovum osv.. Og so leiki eg í, tá religiørlingar vilja seta standardin fyri, hvat er sømiligt og ósømiligt í mínum lívi (rúsdrekka, halgidagar, sex osv..)



Hvat er gott í Kringvarpinum (burtursæð frá »Dilemma«)?

Har er sera nógv gott: Eygsjón, Skannarin, Við havnarlagið, Refleksjón, In Mente, tá Suni Merkisstein spílar seg út og góðu dokumentarsendingarnar.



Hvussu nógv fyllir mentan í lívinum?

Øll frítíðin er fylt við mentan: Tónleikur í útvarpinum og á iPoddinum, filmur í sjónvarpinum, konsert, sjónleik ella framsýning í vikuskiftinum, matmentan til máltíðirnar, bøkur á songjarborðinum og ferðir í feriunum. Størsta andsøgnin er, at hóast flest øll brúka næstan allan tøka peningin til mentanartilboð, verður mentanin raðfest so aftarlaga politiskt og í miðlunum, og kreativitetur so lágt í skúlunum!