Jannie letur hárið falla

Ein av ídnastu kappróðrarfólkunum av øllum man stýrimaðurin á 6?mannafarinum Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen vera. Hon situr ikki bara tigandi og stýrir, men hon koyrir á sína manning, og hon tykist hava gott yvirlit, soleiðis at hennara manning alla tíðina er kunnað um, hvussu støðan sum heild er í róðrinum.
Undan Vestanstevnuni hevði bátsformaðurin og stýrimaðurin á Jarnbardi givið tað lyfti, at um hennara manning megnaði at vinna, so skuldi hon lata frisørin seta saksin á. Og tað er ikki eiti á, tí mankin røkkur heilt niður á mjødnina.
? Eg fari at halda orð, og seinni í vikuni verður tað til veruleika, sigur Jannie Dam Jacobsen, og so mugu tær á Jarnbardi vóna, at tað ikki verður hjá Jannie, sum tað var hjá Samson. Hjá honum var styrkin í hárinum, og hann kundi einki gera, tá ið knívurin hevur verið á. Á Ólavsøku úrslitinum fer at síggjast, hvussu tað verður við Jarnbardi og bátsformanninum.