Jannie hevur vunnið 50 ferð

Kvinnurnar umborð á Jarnbardi settu trivaligt punktum fyri róðrarárinum. Við ólavsøkusigrinum hava tær vunnið allar sjey róðrarnar.

Jarnbardur var nógvar bátslongdir undan kappingarneytunum á mál.

Meistaraheitið er tað 10. hjá kvinnunum í Knørrafelagnum. Merkisvert er tað eisini, at stýrimaðurin umborð á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, í dag var við til at vinna FM róður nummar 50. Jannie hevur róð við Jarnbardi síðani 1996. Fyrsta ferðin, hon var við til at vinna, var í 1997, tá ið Jarnbardur við sigri á Ólavsøku tryggjaði sær FM heitið.

Bátsformaðurin á Jarnbardi, Eivy Olsen, var í dag við til at vinna sín 48. FM róður. Eisini hon róði fyrstu ferð við Jarnbardi í 1996.

Eingin annar rógvari í Føroyum hevur nakrantíð vunnið so nógvar sigrar, sum tær báðar hava verið við til at vunnið.

Úrslitini fyrr í ár og í dag staðfesta, at eingin spenningur hevur verið í hesi kappingini.

Kollfirðingur og Lómur kappaðust eina løtu um næstfremsta plássið. Lómur var væl við fyrsta teinin, men tá ið bátarnir nærkaðust Molanum, misti Lómur, og so var eingin ivi um, at Kollfirðingur var næstfremstur.

 

Ólavsøka 2007 - 6 mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 04:54.00

2 Kollfirðingur 05:07.07

3 Lómur 05:16.00

 

Støðan í FM - 6 mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 49

2 Kollfirðingur 34

3 Lómur 18

4 Smyril 7

5 Hvessingur 4