Jann skal spæla um uppflyting - Tað glapp hjá Patriki

Liðið hjá Patriki Johannesen, Egersund snávaði í tí seinasta avgerandi dystinum

Jann Julin Benjaminsen og liðfelagarnir í Hødd í triðbestu norsku fótbóltsdeildini skulu spæla dystir um rættin at flyta upp í næstbestu deildina. Tað hevur verið greitt leingi. 

 

Í dag fekk Jann 66 minuttir á vøllinum tá Hødd endaði kappingina í bólki 1 í triðbestu norsku deildini við 3-1 sigri á Bærum. Jann hevur spælt við í 25 dystum av 26 møguligum dystum. Jann hevur higartil skorað fýra mál fyri Hødd.

 

Jann hevur fingið fýra gul kort hetta kappingarárið.

 

Hødd endaði á 60 stigum, átta stig aftanfyri gamla liðið hjá Julian Johnsson, Kongsvinger sum flytur beinleiðis upp í næstbestu deildina. Hødd endaði 13 stig frammanfyri Asker, ið hevur 47 stig á triðja plássi.

 

Liðfelagarnir hjá Patriki Johannesen í Egersund spældu avgerandi dystin á útivølli móti Arendal í dag. Undan dystinum hevði Egersund 48 stig og Arendal 45 stig.

 

Tað gekk av skriðuni hjá Egersund, ið tapti 2-5 fyri Arendal.

 

Longu tá 19 minuttir vóru farnir var Arendal á odda 3-0. Í seinna hálvleiki minkaði Egersund um munin til 1-3 og til 2-4, men nærri komu liðfelagarnir hjá Patriki ikki.

 

Endaliga støðan gjørdist, at Arendal endaði á øðrum plássi við sama stigatali sum Egersund, men Arendal hevur betri málmun, og tí verður tað Arendal sum skal spæla um uppflyting.

 

Persónliga hevur tað gingið væl hjá Patriki, ið hevur skotið 13 mál í 21 dystum. Patrik er toppskjútti hjá Egersund saman við Stian Michalsen, ið eisini hevur skotið 13 mál.

 

Patrik hevur fingið níggju gul kort og eitt reytt kort hetta kappingarárið.