Í dag mótmælir Jana: »Tað fer at larma, um hon ikki verður fríkend«

– Eg veit ikki, hvussu man skal tulka tað, men fólk verða í hvussu er sera ónøgd, sigur Jana Højgaard Brodersen, sum skipar fyri mótmælisgongu fyri Inger Støjberg í dag

Klokkan 12 í dag fellur dómur í umstrídda ríkisrættarmálinum um danska politikaran Inger Støjberg. Hon er ákærd fyri at bróta lógina um ráðharraábyrgd sum integratiónsráðharri fyri Vinstra í 2016 við at ólógliga geva boð um at sundurskilja asylpør, sum hava søkt um friðskjól, har annar parturin er undir 18 ár.

 

Nokk størsti stuðulin hjá Inger Støjberg er føroyska Jana Højgaard Brodersen. Hon hevur nevniliga stovnað ein facebook-bólk, sum hevur fleiri enn 40.000 limir, ið stuðla danska politikaranum treytaleyst.

 

Og í dag skipar Jana saman við øðrum fyri einari stuðl- ella mótmælisgongu í sambandi við, at dómur skal fella.

 

– Eg havi ikki prøvað sovorðið fyrr. At vera við til at skipa fyri einum slíkum tiltaki. Tað verður spennandi, sigur Jana Højgaard Brodersen í morgun.

 

Men heilt friðarligt verður tað ikki, roknar hon við.

 

– Eg havi hoyrt sum slatur, at um hon ikki verður fríkend, so verður larmur. Eg veit ikki, hvussu man skal tulka tað, men fólk verða í hvussu er sera ónøgd, sigur Jana, sum nú verður avbrotin, tí telefonin ringir.

 

– Áh, hatta var Radio4, tey vilja eisini hoyra um mótmælisgonguna. Eg kann bara tosa við tey um eina løtu, sigur hon og greiðir víðari frá um lagnudagin hjá politisku hetju hennara.

 

LES EISINI: Jana stuðlar Støjberg treytaleyst allan vegin

 

Hetta er sætta ríkisrættarmálið nakrantíð í danskari søgu. Ákærarnir krevja fýra mánaðir fongsulsrevsing til Inger Støjberg, meðan verjarnir krevja frídøming.

 

Jana Højgaard Brodersen vónar, at hon verður fríkend.

 

– Hon verður sjálvandi fríkend, tí hon hevur jú einki gjørt. Hetta er ein politisk heksajakt. Um hon fær eina bót ella eina nøs, so má hon taka ímóti tí, sigur Jana, sum vónar, at Inger verður at síggja aftur í Fólkatinginum til næstu setu, sjálvt um kjansur er fyri, at ein frælsisrevsing fær hana tveitta úr Fólkatinginum.

 

– Tað besta hevði verið, um hon gjørdi sín egna flokk. Eg veit ikki, um tað er rætt at fara í Dansk Folkeparti. Tað nyttar í hvussu er ikki við Vinstra longur, sigur hon.

 

Mótmælisgongan byrjar í Ríkisrættinum klokkan 12 føroyska tíð, og so ganga tey til Christiansborg.

 

– Eg veit ikki, hvussu nógv fólk fara at koma. Tað er ringt at meta um. Fólk skulu jú eisini til arbeiðis, nú tað er mánadagur, og summi fara nokk bara at sita í sofuni. Men gott hevði verið, um fleiri enn 100 komu, sigur Jana Højgaard Brodersen.

 

LES EISINI: Fakta: Fýra eru tveitt úr Fólkatinginum