Jana og liðfelagarnir spæla steypahálvfinalu í morgin

Í morgin klokkan 12.30 spælir Viborg hálvfinalu móti Nykøbing Falster í donsku steypakappingini

Í morgin klokkan 12.30 byrjar Final Four í steypakappingini hjá kvinnum í hondbólti í Danmark. Steypakappingin í Danmark verður nevnd Santander Cup.

 

Klokkan 12.30 spæla Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg hálvfinalu móti Nykøbing Falster. Í hinari hálvfinaluni møtast Team Esbjerg og Odense. Tann dysturin byrjar klokkan 15.

 

Báðir dystirnir vera vístir á donsku TV2 rásini.

 

Steypafinalan verður leikt sunnudagin klokkan 15. Klokkan 12.30 sunnudagin byrjar dysturin um triðja plássið.

 

Steypafinalan sæst eisini á TV2. 

 

Final Four kappingin verður avgreidd í Esbjerg, og tað er nærum útselt til dystirnar.