Jan Ziskasen er settur í starvið sum stjóri fyri Føroya Tele. Hann byrjar eftir ætlan í starvinum tann 2. november.
Nevndin í Føroya Tele hevur um vikuskiftið avgjørt at seta Jan Ziskasen í starvið sum stjóri fyri Føroya Tele.
Jan Ziskasen er 47 ára gamal og hevur seinastu 12 árini starvast í ávikavist London og Chicago, har hann hevur verið tekniskur stjóri, CTO, í altjóða risafyritøkuni Kraft Foods. Hetta hevur givið honum hollar royndir innan tøkni og leiðslu, sum koma honum til góðar í stjórastarvinum.
Nevndarformaðurin í Føroya Tele, Ómar Svavarsson, heldur, at talan er um tann rætta persónin at leiða Føroya Tele inn í framtíðina.
– Vit eru ógvuliga fegin um at kunngera, at nýggi stjórin í Føroya Tele er Jan Ziskasen. Jan hevur dyggar leiðsluroyndir frá stórari og samansettari altjóða fyritøku, eins og hann hevur eina góða tøkniliga vitan. Hann hevur sterkar persónligar og sosialar eginleikar, og hann hevur eina greiða fatan av stóra samfelagsliga týdninginum, sum Føroya Tele hevur.
Fjarskifti í Føroyum stendur fyri stórum avbjóðingum, og har meta vit, at Jan Ziskasen saman við dugnaligu starvsfólkunum á Føroya Tele kann vera við at menna fyritøkuna við tí neyðugu javnvágini millum nýhugsan og fíggjarligt skynsemi, sum krevst,” sigur Ómar Svavarsson.
Jan Ziskasen hevur masterútbúgving í fyrisiting og teldutøkni frá Copenhagen Business School.
– Eg gleði meg til uppgávuna, sum hóskar sera væl til mín. Eg eri fluttur heimaftur til Føroya eftir nógv ár uttanlands og ynski at gera mun í føroyska vinnulívinum og samfelagnum sum heild.
Eg havi stóra virðing fyri Føroya Tele og dugnaligu starvsfólkunum, sum starvast har, og tað er ein sonn æra og eitt privilegium at standa á odda fyri hesi fyritøkuni, sum í mong ár hevur gjørt og framvegis fer at gera stóran mun í føroyska samfelagnum, sigur Jan Ziskasen.