Jan: Vit skaptu ov lítið í seinna hálvleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB harmast stigamissin, men rósir AB fyri gott avrik

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá HB, Jan Dam aftaná 0-0 javnleikin ímóti grannunum av Argjum.

 

Jan Dam er alt annað enn nøgdur við málleysa javnleikin, men hann staðfestir, at AB legði eitt gott avrik fyri dagin, og hann heldur argjamenn dugdu væl at gera tað torført fyri HB í dag. Hann heldur eisini, at AB royndi at spæla góðan fótbólt.

 

Jan Dam er heldur nøgdari við fyrra hálvleik, har HB kom til góðar málmøguleikar, men hann heldur, at hansara menn skaptu alt ov lítið í seinna hálvleiki. Nú skal arbeiðast við at betra um hetta til heimadystin ímóti B68 komandi mikukvøld.