ÍF skakaði stóru viðhaldsfjøldina hjá KÍ í dag, tá teir vunnu ein sannførandi 4-2 sigur á KÍ norðuri í Klaksvík. KÍ hevur annars ikki verið til at steðga seinastu mongu umførini.
Liðskiparin hjá ÍF, Jan Ellingsgaard er ovurfegin um sigurin, og hann heldur, at hann og liðfelagarnir høvdu lisið væl uppá til dystin í dag, og gjørdu alt rætt.
Jan Ellingsgaard staðfestir, at tað var gott hjá honum og liðfeløgunum at fáa hevnd fyri bæði 0-4 tapini ímóti KÍ fyrr í ár. Jan Ellingsgaard heldur eisini, at Adeshina Lawal hevði ein framúr góðan dyst við trimum málum í dag.
ÍF er ikki langt frá einum Europa League plássi, og tað er tað ÍF-leikararnir fara eftir.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jan Ellingsgaard aftaná dystin norðuri í Klaksvík í dag.