Jan staddur í heimsins brennidepli

Føroyski sjónvarps-myndatakarin, Jan MacDonald Arnskov er í løtuni er hann staddur í Ukraina. Har skal hann filma gongdina í málinum um danska yvirsersjantin fyri OSCE, ið er tikin til fanga

 

Føroyski sjónvarps-myndatakarin, Jan MacDonald Arnskov, arbeiðir fyri Danmarks Radio. Í løtuni er hann staddur í Ukraina, har hann skal filma gongdina í málinum um danska yvirsersjantin fyri OSCE, ið er tikin til fanga.

 

- Eg verði noyddur at fara. Eg skal gjøgnum eitt trygdareftirlit beint nú. Eg kann ikki tosa í telefon. Bei!

 

Telefonsamrøðan við Jan MacDonald Arnskov fær ein bráðan enda. Jan er nevniliga staddur í heimsins brennidepl i– Ukraina. Í einum landi, sum er í einari truplari politiskari ósemju, gongur ungi filmtakarin. Hann arbeiðir fyri danska public service stovnin, Danmarks Radio. DR hevur tíðindafólk og myndatakarar kring allan heimin, til tess at bera og próvføra tíðindina, sum fara fram í heimsins brennideplum. Hesuferð varð Jan MacDonald Arnskov boðsendur.

 

 

Einvegis ferðaseðil til Ukraina

Jan var ikki meira enn heimkomin frá einum longum arbeiðsdegi í gjár, tá hann varð uppringdur.

 

- Hevur tú møguleika at fara til Ukraina í kvøld?

 

Jan ivast ikki í, at hetta hevur hann hug til. Fáae tímar seinni situr hann umborð á Aeroflot ávegis til Moskva, har flogfarið skal millumlenda. Ferðaseðilin til Ukraina er einvegis, tí tað ber ikki til at spáða um, hvussu leikur fer fram í einum umráði, ið er darvað av politiskum ófriði.

 

Avgerðin skal takast stundisliga. Ein danskur yvirsersjantur í OSCE (Organisationen for Sikkerhed og Samarbejde i Europa) er nevniliga tikin til fanga saman við tólv øðrum eygleiðarum úr OSCE.  OSCE-felagsskapurin er í Ukraina, til tess at stuðla tiltøkunum fyri Geneve-avtaluni, ið hevur til endamáls at minka Ukrainu-ósemjuna so líðandi. Tað eru loysingarfólk, ið hava tikið OSCE eygleiðararnar til fanga, og hesi tíðindi skulu sjálvandi berast skjótast gjørligt.

 

 - Eg havi akkurát filmað tann bygningin, har tey meta, at danski sersjanturin er staddur, sigur Jan MacDonald Arnskov úr Slavjansk, sum liggur í eystur-Ukraina. Jan er í ferðalagi saman við einum journalisti, ið hevur drúgvar royndir innan politiskar ósemjur. Royndir hansara koma væl við, tí støðan millum Ukraina og Russland er hættislig.

 

 

Hjálmur og skottryggur vestur

Hóast huglagið í Slavjansk er hugnaligt og summarkent, liggja ósemjur og gløða.  

 

- Vit noyðast at ansa væl eftir. Tað er eitt sindur serligt, tí huglagið í býnum er gott og fólkini eru blíð, men vit verða steðgaðir í helium. Vit noyðast at hava pass og pressukort í taskuni, eins og vit ikki sleppa at filma á ymsum støðum, sigur Jan MacDonald Arnskov.

 

Umframt høgu trygarkrøvini, hava Jan og arbeiðsfelagi hansara brynjað seg til arbeiðið í einum landi, sum er darvað av politiskum ósemjum.

 

- Vit hava hjálmr og skottryggar vestar í bilinum. Hetta er nakað, ið verður nýtt til arbeiði í heimsins brennideplum. Hetta er ikki nakað, ið vit nýta á Christiansborg, sigur Jan flennandi.

 

Ja, Jan er staddur í heimsins brennidepli – langt frá Føroyum og Degi & Viku, har hann arbeiddi, til hann flutti til Danmarkar í síðsta ár.

 

- Mær tørvaði nýggjar avbjóðingar og spenning. At arbeiða fyri DR sum filmtakari er mennandi, sigur Jan. Eg hevði avgjørt ikki væntað, at eg slapp at filma mitt í einari slíkari ósemju so tíðliga, sigur Jan MacDonald Arnskov.

 

Hann hevur ikki tikið støðu til, nær ella UM hann ætlar sær at bíleggja ein einvegis ferðaseðil til Føroyar.

 

- Sum støðan er nú, havi eg ikki nakran ferðaseðil úr Ukraina. Tað er tað einasta, eg kann hátta meg eftir, sigur Jan MacDonald at enda.