Søllerød Kro bleiv í gjárskvøldið heiðrað sum ársins matstova 2018. Tað var »Den Danske Spiseguide«, ið tilnevndu Søllerød Kro heiðurin sum ársins matstova.
Jan Restorff virkar sum »restaurantchef« á Søllerød Kro, sum eisini hevur ognað sær eina Michelin stjørnu hvørt ár tey seinastu 12 árini.
Globus er hægsta stig, ein kann fáa innan matstovuvinnuna, og liggur Søllerød Kro sum ein av teimum fýra matstovunum á listanum hjá Den danske Spiseguide, saman við Geranium, Noma og CLOU.
Tað vóru seks matstovur tilnevndar heiðurin sum ársins matstova 2018.
Sí myndir, sum Jan Restorff legði út á facebook vangan í gjárskvøldið, niðanfyri