Jan P. Syse deyður

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Jan P. Syse andaðist í gjár, mikudagin

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Jan P. Syse andaðist í gjár, mikudagin, 66 ára gamal. Hann luttók í valvøkuni hjá Høgri mánakvøldið, men gjørdist sjúkur týskvøldið. Hann fekk eina heilabløðing, og doyði stutt eftir at hann var innlagdur á Ríkissjúkrahúsið í Oslo.

Jan P. Syse, úr borgarliga flokkinum Høgri, var vældámdur sum politikkari og persónur. Hann varð innvaldur á Stórtingið í 1973, og sat fram til stórtingsvalið mánadagin, har hann ikki stóð á listanum.

Sum politikkari er hann best kendur frá tíðarskeiðnum 1988 til 1993. Hann gjørdist forsætisráðharri í 1989, og sat við stjórnarleiðsluni í eitt knapt ár, til á heysti 1990. Hann var formaður í Høgri frá 1988 til 1991.

Jan P. Syse var leiðari fyri ein bólk av politikkarum úr Høgri, Kristiliga Fólkaflokkinum, Vinstra og Miðflokkinum, ið royndi at fáa hesar flokkar til aftur at samstarva í komandi Stórtingsskeiði.