Jan Ottosen iðrar seg um, at lið hansara VÌF/Tjaldur ikki fekk fulla úrtøku ímóti StÍF í fremstu kvinnudeildini í dag.
Jan Ottosen iðrar seg serliga um allar málmøguleikarnar, sum VÌF/Tjaldur søplaði burtur í dystinum. Jan Ottosen trýr tó enn uppá, at tað fer at eydnast hansara liði at røkka FM-finaluni.
Undir greinini ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jan Ottosen, aftaná dystin millum StÍF og VÌF/Tjaldur, sum endaði við javnleiki 20-20.