Jan Ottosen, sum seinastu árini hevur ført hondbóltsfelagið KÍF í toppin í føroyskum hondbólti, gevst nú í felagnum og leitar sær nýggja avbjóðing.
Í morgun verður boðað frá, at Jan Ottosen verður høvuðsvenjari hjá VÍF komandi kappingarár, og hjálparvenjari hjá honum verður Niklas Selvig, sum éisini hevur umboðað KÍF í hesum kappingarárinum.
Jan Ottosen skal venja Atlantic Airways liðið og Sunset liðið hjá VÍF, meðan Niklas Selvig verður hjálparvenjari hjá Sunset liðnum.
Jan Ottosen er væl kendur um okkara leiðir, hann hevur staðið á odda fyri KÍF tey seinastu árini, og hevur hann fingið góð úrslit við kollfirðingum. Niklas Selvig hevur leikt við KÍF, har hann hevur verið ein av lyklaspælaranum. Niklas Selvig skal eisini leika á besta liðinum hjá VÍF komandi kappingarár.
- VÍF vil hervið takka Dia Midjord, Haraldi Bjørgvin og Inga Olsen fyri teirra arbeiði í felagnum og ynskir teimum góða eydnu framyvir, og somuleiðis ynskja vit Jan Ottosen og Niklas Selvig vælkomnar í felagið, sigur VÍF í fráboðan.
Nevndin fer at kalla inn til spælarafund í komandi viku, soleiðis at venjarar og spælara fáa heilsa uppá hvønn annan.