Jan Ottosen liðugur í Vestmanna

Jan Ottosen er ikki longur høvuðsvenjari hjá VÍF í Vestmanna.

 

Tað sigur felagið í morgun.

 

Samstundis er greitt, at Henrik Gerster tekur við sum høvuðsvenjari. Hann var settur hjálparvenjari nakað fyri jól.

 

Tað er ikki vild hjá VÍF í landskappingini. Felagið hevur styrkt seg við tveimum donskum spælarum og ársins leikara og toppskjúttanum í føroysku kappingini í fjør Filip Jojic, sum

spældi team Klaksvík í fjør.

 

Men ítróttarliga hevur ikki gingið sum ætlað, so skulu teir gera sær nakrar vónir, hevur tað avgerðandi týdning, at teir fáa sær nøkur stig á kontuni.

 

Fyrsta avbjóðingin er á heimavølli í morgin ímóti toppliðnum KÍF